Hey Gøtubúgvar.
Listin er dagførdur eitt petti framm og er at finna her. Um tað verða broytingar í listanum, so verður tað lýst her á heimasíðuni. Læs videre Opið hús er byrjað aftur
Hey Gøtubúgvar.
Listin er dagførdur eitt petti framm og er at finna her. Um tað verða broytingar í listanum, so verður tað lýst her á heimasíðuni. Læs videre Opið hús er byrjað aftur
Tað er álagt okkum, at TV3 Sport 2 skal vera í sama haldi sum hinar TV3 rásirnar.
Nevndin hevur tí gjørt av: Læs videre TV3 Sport 2 er flutt til Hald 2
Vit leita eftir runda skeltinum við tí fitta brúðarparinum har tað stendur nýgift á. Man nakar tykkara vita, hvar skeltið goymir seg? Vit hava leitað í býlingshúsinum, bæði á loftinum og í rúminum hjá eigarafelagnum. Nú er spurningurin, um tað fjalir seg onkra aðrastaðni. Um nakar veit at siga, hvar skelti er ella kanska er, so vinarliga boða frá sum skjótast til Lis, tlf 223244 ella forkvinna@inniagotu.org
Vit hava flutt SVF til 522 MHz. Sami frekvensur sum TV3Sport 2 og Rás 1.
Leiti tí 522 MHz inn av nýggjum.
Trupulleikin hevur eftir øllum at døma verið signal uttanífrá, sum hevur órógvað.
Rás yvirlitið er dagført her
Í samband vid at hjúnini Michael og Lynn Reveal flyta av landinum, skipar Eigarafelagið inni á Gøtu fyri eini óformellari hugnaløtu hóskvøldið 4. juni kl 20 í Býlingshúsinum, har høvi verdur at siga teimum farvæl og fáa ein kaffimunn og køku.
Øll eru hjartaliga vælkomin.
Vit skulu minna á, at ársaðalfundurin hjá Eigarafelagnum Inni á Gøtu verður hóskvøldið 23. apríl kl. 20 í Býlingshúsinum Inni á Gøtu.
Vit hava søkt eftir trimum fúsum fólkum at stilla upp til nevndina, sum skal veljast á aðalfundinum. Tíbetur eru vit so heppin at tað eru fleiri fólk sum hava valt at stilla upp til at umboða okkum. Øll eru framvegis hjartaliga vælkomin at stilla upp og at møta upp at atkvøða.
Á fundinum verður eisini uppskot um broyting í antennuviðurskiftunum.
Kom við og hav ávirkan á títt nærumhvørvi.
Nevndin
Val av nevnd til Eigarafelagið Inni á Gøtu stendur fyri durum. Hevur tú hug at gera tína ávirkan galdandi og økja um tína vitan innan nevndararbeiði, er møguleiki til tað nú!