Alle indlæg af Webmaster

Árligi ruddingardagurin verður leygardagin 11. mai.

Vit møtast kl. 10 uttanfyri Býlingshúsið, har kaffi og kringla verður at fáa,

síðani verður fari út á økini at rudda. Eins og vit hava gjørt undanfarin ár, so er eisini møguleiki fyri at hampa um fríøkini í býlinginum.

Eigarafelagið skaffar nakrar plantur, og um nakar hevur nøkur ávís ynskir um plantur til fríøkini, ber til at siga nevndini frá 🍀

Ruddingardagur leygardagin 13. mei

Leygardagin 13. mei er árligi ruddingardagurin og vit fara at rudda og fríðka um inni á Gøtu.

Nógvu stormarnir í vetur síggjast aftur í grannalagnum og nógvastadni er brúk fyri eini vinaligari hond at rudda, lúka og hampa um.

Vit møtast sum vant kl. 10 í Býlingshúsinum til kaffi/te, sunkist og kringlu.

Vit vóna at veðrið verður okkum til vildar og vónandi verða vit nógv at taka eina hond í. 

Aðalfundur týskvøldið 28/3

Aðalfundur verður í Eigarafelagnum TÝSKVØLDIÐ 28. mars kl 20. Skrá sambært viðtøkunum.

Ynskir tú, at eitt mál verður viðgjørt á aðalfundinum, vinarliga boða nevndini frá innan 26. mars. Send teldupost til nevnd@inniagotu.org.

Hevur tú hug til at geva eitt íkast til trivnaðin Inni á Gøtu við at luttaka í nevndararbeiði ella arbeiðsbólki? Kom við á aðalfundin mikudag 28. mars

Ruddingardagur

Leygardagin 7. mai er árligi ruddingardagurin, tá vit fara at rudda, lúka og fríðka um Inni á Gøtu.

Kl. 9 bjóða vit morgunbreyð, kaffi/te, og sunkist uttanfyri býlingshúsið og kl. 11 verður wienarbreyð, kaffi/te og sunkist.

Vit vóna, at veðrið verður okkum til vildar, og at vit verða nógv at taka eina hond í at rudda og fríðka um Inni á Gøtu.

BÁL OG KYNDLAR Á NÝGGJÁRINUM

Hey góðu grannar. Aftur í ár er korona-smittutrýstið høgt, og vit mugu gera alt, sum vit kunnu fyri at fylgja tilmælum í sambandi við nýggjárshaldið Inni á Gøtu. Nýggjárshaldið er uttandura, og vit meta, at tað ber til at halda frástøðu.Við góðum ráðum fyrireika vit tí nýggjársbál á Klingruni, – sama stað, sum vit plaga.

Hóskvøldið 30. des kl 19 kunnu fólk avheinta tilfar til faklar uttanfyri býlingshúsini og gera faklarnar klárar heima.Fríggjadagin 31. des kl 13 kunnu sjálvboðin koma og hjálpa til við at byggja upp nýggjársbálið í Klingruni. Gomul jólatrø kunnu leggjast afturat eisini. Tað er gott, um onkur hevur bil at koyra plattar við.Kyndlagongan byrjar uttanfyri býlingshúsini gamlaárskvøld 31.des kl 21. Vit samlast í frástøðu og ganga eftir Ovarugøtu og Niðarugøtu fram til bálið, har vit festa í við faklunum. Fyri at minka um smittuvandan njóta vit løtuna í frástøðu og her verður av somu orsøk eingin sangur og eingin røða.

Vit gleða okkum til hesa løtuna og biðja øll um at virða tilmælini.

Jólahugni og jóladekoratiónir

Mikudagin 24 novembur kl. 19-21, er opið hús i býlingshúsinum, fyri stór og smá har vit fara at gera jóladekoratiónir. Bæði vaksin og børn eru vælkomin. Vit skaffa, grann, leir og okkurt annað. Tit kunnu taka tað við, sum tit ynskja. Vit bjóða ein drekkamunn, so leggi leiðina framvið býlingshúsinum 😀

Aðalfundur 28. apríl kl. 19

Aðalfundur verður í Eigarafelagnum mikukvøldið 28.apríl kl 19. Skrá sambært viðtøkunum.

Ynskir tú, at eitt mál verður viðgjørt á aðalfundinum, vinarliga boða nevndini frá innan 26.apríl. Send teldupost til nevnd@inniagotu.org

Hevur tú hug til at geva eitt íkast til trivnaðin Inni á Gøtu við at luttaka í nevndararbeiði ella arbeiðsbólki?

Kom við á aðalfundin mikudag 28.apríl

Grannaveitsla Inni á Gøtu

Setið X í kalendaran, tí nú er aftur tíð at savnast í veitslulag. Árliga grannaveitslan Inni á Gøtu verður í býlingshúsinum leygardagin 24. apríl 2021 kl. 19, og sum altíð verður góður matur, góður felagssangur og gott undirhald.

Veitslan kostar 200 kr. fyri hvønn gest, og tilmelding fer fram við at flyta peningin á konto 9181-1667213 og upplýsa navn og bústað í seinasta lagi 17. apríl.

Vit gleða okkum at síggja tykkum.

Fyriskiparnir

Bál og kyndlar á nýggjárinum

Hey góðu grannar.

Bæði fúti og landslækni ávara um at ov nógv fólk hittast á nýggjárinum. Vit meta at grannalag okkara er so avmarkað, at tað ber til at halda frástøðu uttandura og halda øll tilmælir, um vit halda okkum í egnum bólkum.

Við ráðum frá koronu-ráðgeva fyrireika vit tí nýggjársbál á Klingruni Inni á Gøtu, sama stað, sum vit plaga. Í kvøld kl 19 kunnu fólk avheinta tilfar til faklar uttanfyri býlingshúsini og gera faklarnar klárar heima.

Í morgin 31.des kl 13 kunnu sjálvboðin koma og hjálpa til við at byggja upp nýggjársbálið í Klingruni. Gomul jólatrø kunnu leggjast afturat eisini. Super um onkur hevur bil til at koyra plattar við.

Kyndlagongan byrjar uttanfyri býlingshúsini gamlaárskvøld kl 22. Vit samlast í frástøðu og hvør bólkur gongur í tryggari frástøðu eftir Ovarugøtu og Niðarugøtu fram til bálið og festa í við faklunum. Fyri at minka um smittuvanda njóta vit løtuna í frástøðu og her verður eingin sangur og eingin røða.

Vit gleða okkum til hesa løtuna og biðja tykkum øll um at virða tilmælini.

Tørvur á hjálpandi hondum

Fyrireikingarnar til ólavsøkuna er væl áleiðis. Skráin verður heilt skjótt klár og har er okkurt fyri bæði børn og vaksin.

Nú er tíðin komin til praktisku fyrireikingarnar og tá verður tørvur á nógvum hjálpandi hondum. Í hjálagda arki ber til at skriva seg upp til ymiskar praktiskar uppgávur, sum skulu gerast, fyri at vit øll skulu fáa eina góða ólavsøku.

Vónandi eru tit mong, ið eru tøk at veita eina hjálpandi hond. Skrivið tykkum upp til eina (ella fleiri) uppgávur her.

https://docs.google.com/spreadsheets/d/1TjIhyW5YQYgtMlnsYZ_HkBwjJsAWz8X5-dUCaxFn0_M/edit?usp=sharing

Eisini ber til at venda sær til onkran í nevndini og siga frá, at ein er til reiðar at hjálpa til

Vinaliga,
nevndin