Tiltøk

Býlingurin Inni á Gøtu er tætt bygdur og eitt sum eyðkennir býlingin er, at her hevur altíð verið ótrúliga gott samanhald. Tað hava ígjøgnum árini verið nógvar góðar kreftir, sum hava arbeitt fyri hesum við at skipa fyri ymiskum tiltøkum. Her kann t.d. nevnast: fótbólt, ársveitsla, ruddingardagur, nýggjársbál og mangt, mangt annað sum hevur verið við at samansjóva fólk.

Vit vilja eggja tykkum framhaldandi at koma við góðum hugskotum og siga okkum frá um tit kundu hugsað tykkum at skipa fyri onkrum tiltøkum.