Føstulávintshald leygardagin 14. februar

fastelavn

Føstulávintshald verður í Býlingshúsinum leygardagin 14. februar kl. 14. Kaffi, te, sunkist og føstulávintsbollar vera at fáa eftir tunnuslátturin.

Eisini fyri tey stóru børnini 🙂

Fyri at tey ungu eisini skulu sleppa við, hava vit í ár keypt 4 tunnur. Aldursbólkarnir verða soleiðis:
– Undir skúlaaldur
– 1.-3. flokk
– 4.-7. flokk
– 8. flokk og eldri

Kattakongarnir vinna eitt gávukort í SMS.

Verið vælkomin, ung sum gomul.

Onki vatn í Inni á Gøtu

onki-vatn

Seinasta nýtt kl. 21: Havi tosað við Vatnverkið sum siga at teir fara at seta til aftur nú hvørja løtu, so tað skuldi verið vatn aftur um nakrar minuttir.

Seinasta nýtt kl. 20: Sera nógv hava gjørt vart við á Facebook hjá Eigarafelagnum at trupulleikar eru við vatnveitingini – Onkrastaðni hava skaðar verið vegna ov nógv trýst og nú hevur onki vatn verið síðani kl. umleið 16.

Sambært Tórshavnar Sløkkiliði, er tað ein leki á Vegnum Langa sum er orsøkin til hetta. Í løtuni er tað óstøðugt bæði til Ovarugøtu og Niðarugøtu siga teir.

Tórshavnar Kommuna lýsti á heimasíðuni fríggjadagin at arbeitt var við málinum, men vit mugu so staðfesta at trupulleikin ikki er loystur enn. Les meira her.

Manglandi vaktir til opið hús

Nú er opið hús byrjað aftur eftir jólasteðgin. Sum nú er, heldur tað BERT fram til miðjan februar, tí talið av húskjum, sum hava børn í skúlaaldri, er nógv lægri í ár enn seinastu árini.

Onkur foreldur hava longdu bjóðað sær at taka eina eyka vakt, men vit hava tørv á fleiri, um vit skulu hava opið til mars/apríl sum vant. Tí fara vit at heita á tykkum, sum vilja taka eina eyka vakt, um at geva okkum boð á Facebook ella senda teldupost til nevnd@inniagotu.org.

Vaktarlistin sæst her:  http://www.inniagotu.org/?page_id=17

Nýggjárshald Inni á Gøtu

Nýggjárshaldið byrjar nýggjársaftan kl. 21 við kyndlagongu frá vendiplássinum við Býlingshúsið. Gingið verður inn eftir Ovarugøtu og út aftur eftir Niðarugøtu, har endað verður við at seta eld í bálið í Klingruni. Í ár verður tað Tórður Mikkelsen frá Niðaragøtu 56 sum fer at halda nýggjársrøðuna.

Vit hava brúk fyri hjálp til fyrireiking av bálinum og blikkum. Hetta tekur uml. 1 tíma, um vit vera væl mannað. Vit møtast við báliplássið kl. 13. Tikið verður ímóti brenni til bálið frá kl. 14 nýggjársaftan.

Gott Nýggjár!