Veitsla Inni á Gøtu fríggjakvøldið 11.mars

Várið er í nánd, og stundin er komin til at halda veitslu fyri okkum øllum, sum búgva Inni á Gøtu.

dicaprio
Fríggjakvøldið 11. mars kl. 19 verður veitsla í býlingshúsinum Inni á Gøtu. Kokkurin, Magni Garðalíð av Húsum, borðreiðir við góðum mati. Drekkivørur verða til matin.

Tú meldar teg til veitsluna við at flyta kr. 100 á konto 9181-1667213, í seinasta lagi 6. mars. Minst til at upplýsa navn og bústað.

Flestu rásirnar virka aftur

So er loysn fingin á ósemjuni, og vit hava fingið flestu rásirnar aftur.

Enn mangla tó 6´arin og Eurosport HD, og er hetta støðan hjá øðrum antennufeløgum eisini.

Tað kann hanga saman við, at tað er sera stórt tal av tv-kortum, sum nú skulu aktiverast av nýggjum hjá øllum Canal Digital brúkarunum.

Um hesar báðar rásirnar ikki eru virknar í morgin tíðliga, so boða vit Canal Digital frá.

Meira info her: https://www.canaldigital.dk/discovery

Nýggjárshaldið 31. dec kl. 22

Kyndlar: Í kvøld 30. dec kl 19 hava vit øll høvi at gera kyndlar til kyndlagonguna í annaðkvøld. Vit møtast í Býlingshúsinum. Havi okkurt “toy” ella “stoff” við tykkum, td eitt gamalt lak, buksur ella líknandi uttan nylon. Tað allarbesta er hessian.

Nýggjárshald 31. dec kl 22

Nýggjárshaldið Inni á Gøtu byrjar við kyndlagongu kl 22 nýggjársaftan frá vendiplássinum við Býlingshúsið. Vit ganga inn eftir Ovarugøtu og út aftur eftir Niðarugøtu, har vit enda við at seta eld á nýggjársbálið í Klingruni. Í ár verður tað Jústines Eidesgaard frá Ovarugøtu 1, sum fer at halda nýggjársrøðuna.

Vit hava brúk fyri hjálp til fyrireiking av bálinum og blikkum. Hetta tekur umleið 1 tíma, um vit eru væl mannað. Vit møtast við bálplássið á Klingruni kl 13. Tikið verður ímóti brenni til bálið frá kl 13 nýggjársaftan.

Gott nýggjár