Orku-arbeiðsbólkur

Eigarafelagið bjóðar øllum áhugaðum at luttaka í arbeiðsbólki um orku og umhvørvi.

Fjarhitin er í løtuni dýrasta orkuloysnin á føroyska marknaðinum. Kunnu vit ganga undan við orku og umhvørvi og finna góðar loysnir?

Send ein teldupost, um hetta hevur tín áhuga: nevnd@inniagotu.org

Rottur

Fleiri fráboðanir hava ta seinastu tíðina verið um rottur ymisk støð Inni á Gøtu. Hetta gevur okkum ta fatan, at rottan er í vøkstri júst nú í okkara øki. Rotta nørist sera skjótt, og tí er tað sera umráðandi, at vit hjálpa til við at steðga hesum vøkstri. Læs videre Rottur

Dúgvur

Ein flokkur av dúgvum heldur til sunnast á Niðarugøtu og elvir til ampa á ymsan hátt.

Janus Hansen, lívfrøðingur á Tjóðsavninum, greiðir frá, at talan er um bládúgvu, sum er vanligasta dúgvan í Føroyum. Dúgvur læra skjótt, hvar tær finna mat og skapa sær vanar at halda til slík støð. Um fólk kasta út mat til fuglarnar, taka dúgvurnar væl ímóti hesum og halda til her. Læs videre Dúgvur

Rástrupulleikar

Fleiri hava framvegis órógv á SVF. Nýggj roynd at loysa trupulleikan verður gjørd í næstu viku.

Broyttir frekvensir:

SVF: 434 MHz

Iktus: 442 MHz

TV3Max / Rás1:  754 MHz

Sum ein roynd er SVF eisini lagt á  762 MHz, sum tó bara tey, ið hava Hald 2 kunnu taka.

RADIO:  Rás 2 er nú aftur at hoyra á 89 MHz.

Veitsla Inni á Gøtu leygarkvøldið 10. mars

Veitslan Inni á Gøtu verður í býlingshúsinum leygarkvøldið 10. mars kl. 19.Vit kunnu gleða okkum til buffet við góðum mati, bæði heitur matur og tað kalda borðið. Kokkur okkara er Hansa Johannesen. So her verður lekkur matur, lívligur tónleikur og gott lag á fólki.

Møguligt er at keypa m.a. vín og øl í barrini.

Og so kunnu vit gleða okkum til onkur yvirraskilsir….

Vit síggjast. 🥂

Opið hús byrjar aftur

Góðu Gøtubúgvar.

Nú fara vit aftur undir tiltakið ”Opið hús” í Býlingshúsinum hvørt mikukvøld kl. 18.30-20.30 og leygarkvøld kl. 19.00-22.00. Vit leggja til brots mikukvøldið 8. november.

Tiltakið er fyrst og fremst ætlað børnum og ungum í skúlaaldri. Yngri børn hava ikki atgongd uttan saman við vaksnum, ið ansa teimum. Tvey ymisk foreldur, pør ella støk, hava vakt eitt mikukvøld og eitt leygarkvøld í part.

Mikukvøld er opið fyri øllum børnum í skúlaaldri, meðan leygarkvøld er býtt sundur soleiðis, at tey í 1.- 3. flokki eru frá kl. 19.00 til í seinasta lagi kl. 21.00, og tey í 4. flokki og eldri ikki sleppa inn fyrrenn eftir kl. 20.30.

Í næstum verður ein faldari borin út í hvørt hús í býlinginum saman við vaktarlista og reglugerð, har kunnað verður nærri um tiltakið. Um tað eru foreldur ella tilflytarar, ið ynskja at luttaka, eru tey hjartaliga vælkomin at boða nevndini frá.