Vegleiðing

VEGLEIÐING TIL VAKTHAVANDI FYRI EIGARAFELAGIÐ INNI Á GØTU TIL TILTAKIÐ OPIÐ HÚS

Tit fáa lykil frá teimum, ið høvdu vakt kvøldið fyri (sí vaktarlistan)
Í minsta lagi tvey foreldur skulu vera á hvørji vakt.
Húsi verður ikki latið upp, fyrr enn í minsta lagi tvey vaksin eru komin!

TÁ IÐ TIT KOMA:
Kannið, at hurðarnar eru læstar til skrivstovuna og barnagarðin. Eru tær ikki, mugu tit seta tykkum í samband við onkran í nevndini.

Hølið Stóratjørn:
Møblar, leikur o.a. kann verða sett inn í barnagarðsstovuna.

Aðrar fyriskipanir:
Mappur, gardinur, skáp, o.a. má ikki nemast.
Tað er ikki loyvt at klintra í vindeygunum og uppi á skápunum.
Tað er bannað at renna inni.
Tey vaksnu skulu vera hjá børnunum alla tíðina, minst tvey í senn.
Tað eru tey vaksnu, ið hava ræðið.
WC, ið hoyra til barnagarðsstovurnar, eiga ikki at vera nýtt.

TÁ IÐ TIT FARA:
Alt skal vera, sum tað var, tá ið tit komu.
Leikur og o.a. hjá barnagarðinum skulu verða sett á pláss aftur í Stórutjørn.
Spøl hjá eigarafelagnum skulu setast á pláss aftur.
Allir møblar skulu setast á pláss aftur.
WC skulu vaskast.
Gólv skulu verða sópað ella dustsogin – og um neyðugt vaskað.
Reingerðaramboð standa í skolirúminum.
Vindeygu og allar hurðar skulu læsast.
Ljósið skal sløkkjast.

VAKTHAVANDI FORELDUR EIGA AT SÍGGJA TIL, AT BØRNINI FARA VÆL UM HÚS OG INNBÚGV

Les eisini: Opið hús