Ársaðalfundur – Nevndarlimir søkjast

red office chair among black chairs isolated on white background

Val av nevnd til Eigarafelagið Inni á Gøtu stendur fyri durum. Hevur tú hug at gera tína ávirkan galdandi og økja um tína vitan innan nevndararbeiði, er møguleiki til tað nú!

Nevndin í Eigarafelagnum er mannað av 5 persónum, og í ár leita vit eftir 3 fúsum kvinnum ella monnum til nevndina. Nevndarskeiðið er 2 ár, og samsýning verður latin fyri arbeiðið.

Kundi tú hugsað tær at hoyrt meiri um nevndararbeiðið ella bjóða teg framm, so send ein teldupost til nevnd@inniagotu.org

Aðalfundur

Aðalfundurin er hægsti myndugleiki felagsins. Aðalfundurin verður hósdagin 23/4-2015 kl. 20 og verða nevndarlimirnir valdir tá.

Mál til viðgerðar á aðalfundinum skulu verða nevndini í hondum 5 dagar áðrenn aðalfundin. Allar avgerðir verða tiknar við vanligum atkvøðumeiriluta.

Vinarliga
Nevndin