VIÐTØKUR

Viðtøkur fyri Eigarafelagið Inni á Gøtu – frá 29. juni 2016

 

1. Navn, heimstaður og endamál

§1

Navn felagsins er: Eigarafelagið ”Inni á Gøtu” í Hoyvík

§2

Endamál felagsins er:

  • (a) At fremja útstykking og byggibúning av grundstykkjum á øki norðan fyri B4-vinnuøkið og vestan fyri Hvítanesvegin í Hoyvík samsvarandi útstykkingarætlan býráðsins.
  • (b) At taka sær av øllum felags áhugamálum limanna í sambandi við byggingina, framtíðar viðlíkahald og umsiting av felagsbúnaði og í líkum málum at umboða limirnar mótvegis kommununi og øðrum almennum stovnum.
  • (c) At hava umsorgan fyri, at eingin av íbúgvunum í nýtslu sínari av ognini ger nakað, sum spillir dámin av bústaðarøki, ella á annan hátt er til ampa fyri grannarnar.

 

2. Limir felagsins

§3

Limarætt og –skyldu hava allir núverandi og komandi eigarar av grundstykkjum burtur av teirri í §2 nevndu útstykking.

Limur kann bert vera koyrdur úr felagnum, um hann ikki lýkur skyldur sínar, og hetta verður viðtikið á aðalfundi, eftir at limurin frammanundan hevur fingið skrivliga ávaring frá nevndini.

§4

Limirnir ábyrgjast fyri allar útreiðslur, sum standast av at gera økið byggibúgvi samsvarandi teirri fyriliggjandi útstykkingarætlan, herundir eisini útreiðslur til grundkeyp og umsiting, tó soleiðis, at hvør limur einans ábyrgjist fyri eini upphædd, ið svarar til tað, sum hansara grundstykki kemur at kosta byggibúgvið.

Eftir at allar útreiðslur, sum standast av byggibúgvingini, eru goldnar, og hvør limur hevur fingið skeyti uppá sítt grundstykki, ábyrgjast limirnir ikki persónliga fyri skyldur felagsins, men einans við limagjøldum.

 

3. Nevndin

§5

Felagið verður stýrt av eini 5-mannanevnd, sum verður vald á aðalfundi.

Nevndin fær fulltrú at fremja endamál felagsins og umboðar felagið úteftir.

Nevndin hevur fulltrú til vegna felagið og hvønn einstakan lim at undirskriva øll neyðug skjøl til fremjan av útstykkingini, herundir sáttmálar við arbeiðstakarar, veðsetingarskjøl og lániskjøl. Somuleiðis hevur nevndin heimild til at samráðast við og gera møguligar avtalur við kommununa og aðrar almennar stovnar til tess at fremja endamál felagsins.

§6

Tann í §5 umrødda nevndarfulltrú fer úr gildi, tá útstykkingin er liðug og allar útreiðslur í hesum sambandi goldnar, og hvør limur fingið skeyti uppá sítt grundstykki.

Eftir tað hevur nevndin til uppgávu at taka sær av øllum felagsáhugamálum limanna.

Um tað, sum gerst á nevndarfundi, verður frágreiðing skrivað í fundarbókina.

§7

Nevndin skipar seg sjálv við formanni, næstformanni, skrivara og kassameistara. Nevndarformaðurin og nevndarlimirnir fáa samsýning fyri arbeiði sítt. Samsýningarnar verða um neyðugt at ásetast av kommununi.

 

4. Aðalfundurin

§8

Aðalfundurin er hægsti myndugleiki felagsins.

Einans á aðalfundinum kunnu viðtøkurnar verða broyttar ella felagið tikið av.

§9

Aðalfundurin verður hildin í 2. ársfjórðingi við hesi skrá:

  1. Val av orðstýrara.
  2. Frágreiðing um virki felagsins í farna ári.
  3. Framløga til góðkenningar av ársroknskapi við grannskoðaraátekning.
  4. Mál til viðgerðar.
  5. Val av nevndarlimum. Nevndarskeiðið er 2 ár og standa tveir, ávikavist tríggir limir fyri vali hvørt ár.
  6. Ásetan av limagjaldi.
  7. Val av undirnevnd/um. Tríggir limir manna hvørja nevnd og skeiðið er 1 ár.
  8. Val av grannskoðara.
  9. Ymiskt

Eykaaðalfundur verður hildin, tá nevndin heldur tørv vera á tí, ella tá í minsta lagi ¼ av limunum krevja tað.

Aðalfundurin verður hildin í Tórshavnar Kommunu og lýstur 8 dagar undan fundin. Mál til viðgerðar á aðalfundinum skulu verða nevndini í hondum 5 dagar áðrenn aðalfundin.

Rætt til at møta á fundi hava limir felagsins.

Allar avgerðir verða tiknar við vanligum atkvøðumeiriluta. Hvørt stykkið hevur eina atkvøðu.

Til at samtykkja broytingar í viðtøkunum ella avtøku av felagnum krevst tó, at í minsta lagi helmingurin av limunum eru á fundi, og at meirilutin av teimum, ið eru á fundi, greiða atkvøðu fyri.

Er minni enn helmingurin av limunum á fundinum, men verður uppskotið viðtikið av teimum, sum vóru á fundi, verður eykaaðalfundur hildin, og á hesum fundi kann uppskotið verða viðtikið, uttan mun til, hvussu nógvir limir eru á fundinum.

Felagið kann tó ikki verða tikið av, fyrrenn útstykkingin er liðug, allar útreiðslur goldnar, og hvør limur fingið sítt skeyti (smb. §4).

Um tað, sum gerst á aðalfundi, verður frágreiðing skrivað í fundarbókina. Á fyrsta nevndarfundinum eftir aðalfundin verður ein arbeiðsætlan og arbeiðsbýti fyri nevndina og undirnevndirnar.

 

5. Hvussu felagið verður bundið

§10

Felagið verður bundið av formanninum og tveimum nevndarlimum.

Avgerðir, ið føra við sær fíggjarliga ábyrgd fyri felagið ella teir einstøku limirnar, t.v.s. útreiðslur yvir 50.000 kr. krevja umframt undirskrift av øllum nevndarlimunum, at limirnir fáa møguleika at gera sína ávirkan galdandi á aðalfundi ella eykaaðalfundi.