Føstulávintshald leygardagin 6. februar

fastelavn

Føstulávintshald verður í Býlingshúsinum leygardagin 6. februar kl. 14. Kaffi, te, sunkist og føstulávintsbollar vera at fáa eftir tunnuslátturin.

Eisini fyri tey stóru børnini :)

Fyri at tey ungu eisini skulu sleppa við, hava vit í ár keypt 4 tunnur. Aldursbólkarnir verða soleiðis:
– Undir skúlaaldur
– 1.-3. flokk
– 4.-7. flokk
– 8. flokk og eldri

Kattakongarnir vinna eitt gávukort í SMS.

Verið vælkomin, ung sum gomul.