Hey góðu grannar. Aftur í ár er korona-smittutrýstið høgt, og vit mugu gera alt, sum vit kunnu fyri at fylgja tilmælum í sambandi við nýggjárshaldið Inni á Gøtu. Nýggjárshaldið er uttandura, og vit meta, at tað ber til at halda frástøðu.Við góðum ráðum fyrireika vit tí nýggjársbál á Klingruni, - sama stað, sum … Continue Reading ››
Kategoriarkiv: Kunning
Aðalfundur 28. apríl kl. 19
Aðalfundur verður í Eigarafelagnum mikukvøldið 28.apríl kl 19. Skrá sambært viðtøkunum.
Ynskir tú, at eitt mál verður viðgjørt á aðalfundinum, vinarliga boða nevndini frá innan 26.apríl. Send teldupost til nevnd@inniagotu.org
Hevur tú hug til at geva eitt íkast til trivnaðin Inni á Gøtu við at luttaka … Continue Reading ››
Grannaveitsla Inni á Gøtu
Setið X í kalendaran, tí nú er aftur tíð at savnast í veitslulag. Árliga grannaveitslan Inni á Gøtu verður í býlingshúsinum leygardagin 24. apríl 2021 kl. 19, og sum altíð verður góður matur, góður felagssangur og gott undirhald.
Veitslan kostar 200 kr. fyri hvønn gest, og tilmelding fer fram við … Continue Reading ››
Bál og kyndlar á nýggjárinum
Hey góðu grannar.
Bæði fúti og landslækni ávara um at ov nógv fólk hittast á nýggjárinum. Vit meta at grannalag okkara er so avmarkað, at tað ber til at halda frástøðu uttandura og halda øll tilmælir, um vit halda okkum í egnum bólkum.
Við ráðum frá koronu-ráðgeva … Continue Reading ››
Tørvur á hjálpandi hondum
Tilmelding til Ólavsøkuna
Fyri at Eigarafelagið skal vita, hvussu nógvan mat vit skulu keypa til ólavsøkuveitsluna, hevði verið øgiliga gott, um tit kundu fylt hetta skjalið út.
https://docs.google.com/forms/d/e/1FAIpQLSe5l7fATmjozsWI8jmAcczRNHdjiF2JoyMaHzNy4ZJdKuJR7g/viewform
Hetta er als ikki bindandi, og øll eru vælkomin, hóast tey ikki hava boðað frá. Gestir, sum eru og vitja á … Continue Reading ››
Ólavsøku fyrireiking
Vit eru sera fegin um góðu undirtøkuna at skipa fyri ólavsøku her Inni á Gøtu í ár.
Vit ætla at hittast á fótbóltsvøllinum í annaðkvøld (15/7) kl. 19 til eitt stutt prát og síggja, hvussu landið liggur.
Vónandi liggur tað fyri hjá nógvum at koma. Tit eru … Continue Reading ››
Aluminiums-takplátur
- Tórshavnar Kommuna hevur givið okkum loyvið at brúka onnur sløg av takplátum enn eternitt. Randarhús kunnu nú nýta Plannja sinus 51, aluminiums takplátur. Býráðið samtykti, at víkja frá servituttinum við tí treyt, at vit brúka aluminiums plátur av merkinum Plannja sinus 51 við sama profili og litinum Warm White.
Fundur um biogassverkið
Ruddingardagur og grilla
Leygardagin 11. mai er árligi ruddingardagurin, og vit fara at rudda og fríðka um inni á Gøtu.
Vit møtast sum vant kl. 10 í Býlingshúsinum til kaffi/te, sunkist og kringlu.
Í ár eru bæði rudding og nøkur løtt projektir á skránni, so jú fleiri vit eru, jú betri.