Opið hús

Sum flest øllum kunnugt fara vit aftur undir tiltakið “Opið hús” í Býlingshúsinum hvørt mikukvøld 18.30-20.30 og leygarkvøld 19.00-22.00.

Tiltakið er fyrst og fremst ætlað børnum og ungum, í skúlaaldri. Yngri børn hava ikki atgongd uttan saman við vaksnum, ið ansa teimum. Tvey ymisk foreldur, pør ella støk, hava vakt (sí vaktarlistan), eitt mikukvøld og eitt leygarkvøld í part. Tað er viðtikið, at húsið verður ikki latið upp, fyrr enn í minsta lagi tvey vaksin eru til staðar. Bara foreldur at børnum í skúlaaldri til 6.flokk eru sett at hava vakt, men sjálvandi eru øll onnur vaksin eisini vælkomin hesi kvøldini. Tað kann t.d. vera stuttligt og hugnaligt at práta og drekka ein kaffimunn ella spæla kort eina løta. Mikukvøld er opið fyri øllum børnum í skúlaaldri, meðan leygarkvøld er býtt sundur soleiðis, at tey úr 1.- 3. flokk eru frá 19.00 til í seinasta lagi 21.00, og tey úr 4. flokki og eldri sleppa ikki inn fyrr enn eftir kl. 20.30. Millum 20.30 og 21.00 er skiftistíðin, tá ið tey yngri fara, og tey eldru koma.

Í húsinum er ymiskt til taks, t.d. borðtennis, bobb, bingo spøl o.a. Tað verður mælt til, at foreldur støkka inn á gólvið kvøldið fyri, tey eiga at hava vakt, so tey fáa kunnað seg um viðurskiftini. Annars stendur tað teimum vaksnu frítt at skipa fyri ymiskum hesi kvøldini, t.d. ymiskum kappingum, læra børnini okkurt ella baka kaku ella vaflur. Ongin føst skipan er, ið sigur, at hetta ella hatta eiga vit at gera sama við børnunum – men sjálvandi skal reglugerðin fyri, hvussu vit bera okkum at, fylgjast.

Hetta skriv, saman við vaktarlista og reglugerð, verður borið í hvørt hús í býlinginum – eisini til teirra, ið ikki varða av børnum í skúlaaldri. Endamálið er at kunna øll um tiltakið – og at bjóða øllum vælkomnum inn á gólvið. Eru tað vaksin, sum hava hug at skipa fyri onkrum serstøkum onnur kvøld, t.d. kortspæli ella dartkapping, er bara at siga onkrum í nevndini frá. Tað liggur sum oftast væl fyri. Um tað er nakar, sum ynskir at hava vakt og sum ikki er á listanum eru tit vælkomin at siga frá. Í ár eru fleiri húski farin av listanum, tí børn teirra eru farin í 6. flokk. Tískil eru vit færri um uppgávuna, og ”opið hús” endar um miðjan feb, uttan so at onkur húski bjóða sær at hava meira enn eina vakt. So vit heita tískil at siga nevndini frá, um tit kunnu taka meira enn eina vakt.

Um tað er nakar, sum ynskir at hava vakt og sum ikki er á listanum eru tit vælkomin at siga frá. Í ár eru fleiri húski farin av listanum, tí børn teirra eru farin í 6. flokk. Tískil eru vit færri um uppgávuna, og ”opið hús” endar um miðjan feb, uttan so at onkur húski bjóða sær at hava meira enn eina vakt. So vit heita tískil at siga nevndini frá, um tit kunnu taka meira enn eina vakt.

Les eisini: Vegleiðing