Alle indlæg af Formadur

Hoyringarsvar er sent til lógaruppskot um fjarhita

Umsíður kom lógaruppskotið til fjarhitaveiting, sum vit hava saknað í so mong ár! Eitt lógaruppskot, sum skal fáa skil á prísáseting og onnur viðurskiftið viðvíkjandi fjarhita.

Lógaruppskotið sæst HER

Brúkarafelag okkara Skynsamur Fjarhiti, sum er felagsskapur fyri 14 eigarafeløg í Tórshavnar kommunu við fjarhitabrúkarum, hevur kannað lógaruppskotið. Nógv gott er í lógaruppskotinum, men partar av uppskotinum eru rættiliga órógvandi.

Hoyringarsvarið frá okkum til Umhvørvismálaráðið sæst HER

Salting og kavarudding

Sambært Tórshavnar kommunu, so hava borgarar sjálvir ábyrgdina av at halda sítt  øki og gongubreytini framman fyri sína ogn ruddað og saltaða.

Býlinga- og íbúðarvegir koma seinast í røðini av vegum, ið verða ruddaðir og saltaðir av kommunu. Vit í nevndini vilja tískil heita á allar íbúgvar um at taka sær salt úr saltkassunum, sum standa framvið vegunum, soleiðis at tað er klárt at brúka, tá ið frostið kemur. Er saltkassin tómur, ber til at boðað kommununi beinleiðis frá á www.torshavn.fo ella send eina áheitan til okkum í nevndini, so bera vit boðini víðari.

Um nógvur kavi legst, eru somu treytir galdandi. Rúm tíð kann ganga, áðrenn maskinur frá kommununi koma at grava, og tí hava vit sjálvi ábyrgdina av at tað er ráðiligt at koyra, áðrenn farið verður avstað. Um vit eru fleiri, sum fara út við spakanum, verður lættari hjá okkum øllum at ferðast trygt.

Sí nærri kunning um skyldur hjá borgarum og kavaruddingina hjá kommununi á:

Kavarudding á tínari gøtu

Kavarudding

Nevndin hevur kannað møguleikan at fáa privatan veitara at taka sær av kavaruddingini í býlinginum, men hendan loysnin er alt ov kostnaðarmikil fyri felagið. So góðu tit øll, lat okkum hjálpast at við at halda býlingin tryggan bæði fyri koyrandi og gangandi nú í vetur.

At enda vilja vit heita á íbúgvar um yvirhøvur at vísa varsemi og ansa eftir ikki at seta bilar í sving og onnur støð, har sýnið verður ringt. Parkeringsviðurskiftini eru avmarkað, og tí er umráðandi, at húskir við fleiri bilum enn tey hava pláss fyri í egnum túni parkera soleiðis, at bilarnir standa til so lítlan ampa fyri ferðsluna sum til ber.

Ruddingardagur 8.mai kl 10

Leygardagin 8. mai er árligi ruddingardagurin og vit fara at rudda og fríðka um inni á Gøtu.

Nógvu stormarnir í vetur síggjast aftur í grannalagnum og nógvastaðni er brúk fyri eini vinaligari hond at rudda, lúka og hampa um.

Vit møtast sum vant kl. 10 í Býlingshúsinum til kaffi/te, sunkist og kringlu. Í ár eru bæði rudding og nøkur løtt projekt á skránni, so jú fleiri vit eru, jú betri.

Vit enda ruddingardagin við at grilla pylsur kl. 13 í fríhorninum á Niðarugøtu undir Býlingshúsunum.

Vit vóna, at veðrið verður okkum til vildar og vónandi verða vit nógv at taka eina hond í.