Vit senda tykkum hervið frágreiðing frá brúkarafelagnum
Skynsamur Fjarhiti, sum vit í nevndini hava ætlað at sent tykkum í longri tíð.
Tíðin gongur skjótt, serliga nú tá vit eru rakt av hesi korona-kreppuni.
Øll 14 eigarafeløgini í Tórshavnar kommunu, sum brúka
fjarhita, skipaðu seg í brúkarafelagið Skynsamur Fjarhiti í mai 2019. Brúkarafelagið
fevnir um fleiri enn 1200 húsarhald í Hoyvík, Tórshavn og Argjum.
Endamálini við at skipa okkum í eitt slíkt brúkarafelag
eru fleiri. Fyri tað fyrsta vísa vit á, at útrokningargrundarlagið fyri prísi
fyri fjarhita er skeivur og hevur verið skeivur í mong ár. Hetta viðførir, at
fjarhiti er 17% dýrari enn at hava oljufýring, um vit hyggja eftir uppseting,
íbinding og nýtslu í eitt longri áramál. Vit eru sum húsarhald áløgd at brúka
fjarhita, og hava, sum tey einastu í landinum, mist fría valið, hvussu vit
ynskja at upphita okkara heim. Henda støða gerst serliga óunnilig, nú aðrar
grønar loysnir vísa seg á marknaðinum, sum eru væl bíligari, tá vit hyggja
eftir uppseting og nýtslu í eitt áramál.
Vit leggja dent á, at fjarhiti er ein umhvørvisvinarlig
loysn í mun til at endurvinna orku, sum annars fer til spillis frá
brennistøðini á Hjalla og SEV. Vit biðja um at fáa innlit í, hvussu alt hetta
við fjarhita riggar. Til dømis hvussu orkueffektiv loysnin er, hvussu nógv
hitatap er á leiðini, hvussu roknskapurin fyri at veita hesa tænastu sær út og
hvørjar ætlanir, avbjóðingar og ætlanir liggja fyri framman. Tað, sum vit eru
sera ónøgd við, er høgi prísurin og órímiliga støðan sum heild hjá
fjarhitabrúkarum. Hetta verður lýst í frágreiðingini hjá Kappingareftirlitinum ”Fjarhiti
í Tórshavn” frá mars 2017. Frágreiðingin er almenn á heimasíðu teirra. Ein stórur
trupulleiki, sum Kappingareftirlitið vísir á, er, at alt økið við fjarhita er
púra óregulerað, – her eru ongar almennar reglur og rætningslinjur.
Brúkarafelagið Skynsamur Fjarhiti skipaði seg aftaná
aðalfundin við Brian Rasmussen sum formanni. Hini í nevndini eru Jan Mortensen,
Søren Antoft, Jóannes Jacobsen og Lis Mortensen. Tey eru øll frá eigarafeløgum
í Hoyvík.
Brúkarafelagið hevur samskift við leiðsluna hjá Fjarhitafelagnum
og nevndina fyri Fjarhitafelagið um spurningar okkara. Nógv viðurskifti eru
løgd á borðið. Vit spyrja, hví prísurin er so høgur og hví so lítið
gjøgnumskygni er við roknskapinum hjá Fjarhitafelagnum? Vit spyrja, hví
prísurin ikki verður roknaður út eftir, hvat tað kostar at veita hesa tænastu? Vit
hava eisini lagt fram ynski um, at brúkaraumboð gerast partar av nevndini fyri
Fjarhitafelagið.
Í oktober var arbeiðið hjá nevndini í brúkarafelagnum Skynsamur Fjarhita komið so langt, at vit kundu bera út ein faldara til øll húsarhald í teimum 14 eigarafeløgunum, sum mynda brúkarafelagið. Faldarin lýsti nýggja brúkarafelagið og teir spurningar, sum vit arbeiða við. Vit vóna, at tit høvdu gleði av hesum faldara.
Í oktober sendu vit eisini eitt kæruskriv til Tórshavnar
kommunu, SEV, Fjarhitafelagið og nevndina í Fjarhitafelagnum, sum eru umboð
fyri eigararnar, nevnliga Tórshavnar Kommuna og SEV. Í kæruskrivinum vístu vit
á, hvørji viðurskifti vit eru serliga ónøgd við, og at vit ynskja eitt nógv
betri samstarv við Fjarhitafelagið og eigararnar. Vit bóru eisini fram ynski um
at styrkja innlitið hjá brúkarum við at fáa umboð fyri brúkararnar í nevndina
hjá Fjarhitafelagnum.
Fjarhitafelagið kallaði okkum inn til ein fundar stutt
aftaná, og her fingu báðir partar lagt fram nakað av tí, sum vit skulu fáa uppá
pláss komandi tíðina. Ein av uppgávunum er at fáa fakta uppá pláss, tvs hvørji
tøl arbeiða vit útfrá og hvørji tøl arbeiðir Fjarhitafelagið útfrá.
Tann 10. mars var ein tekniskur fundur millum
brúkarafelagsnevndina og umboð fyri Fjarhitafelagið, har vit hugdu nærri eftir
parti av grundarlagnum fyri, hvussu prísur fyri fjarhita verður útroknaður.
Okkara útrokningar vísa, at fjarhiti er 17 % dýrari enn oljufýring og 50%
dýrari enn t.d. jarðhiti. Fjarhitafelagið hevði hin vegin aðrar útrokningar,
sum vit nú hava høvi at hyggja nærri eftir. Tað er týdningarmikið, at vit fáa
eitt gott innlit í hesi viðurskifti og á tann hátt finna fram til eina støðu,
sum er nógv betri fyri okkum fjarhitabrúkarar.
Corona-kreppan steðgaði øllum fundarvirksemi, og vit
vænta, at hetta um stutta tíð kann fara í gongd aftur varliga. Í næstum vænta
vit innkalling til fund við leiðsluna og alla nevndina fyri Fjarhitafelagið,
sum eru umboð fyri Tórshavnar kommunu og SEV.
Ætlanin var at kalla inn til aðalfund í september, men
hetta varð seinkað, tí samskiftið við Fjarhitafelagið varð drúgvari enn ætlað.
Vit vóna, at umstøðurnar at skipa fyri fyrsta regluliga aðalfundi verða til
staðar í nærmastu framtíð. Til tá mugu vit samskifta á annan hátt.
Tit eru sjálvsagt vælkomin til at deila hetta
kunningarskriv víðari. Um tit hava spurningar, hugskot ella ynskir til nevndina
eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við okkum.
Vinalig heilsan
Vegna nevndina fyri Brúkarafelagið Skynsamur Fjarhiti
Brian R. Rasmussen, formaður
Jan Mortensen
Søren Antoft
Jóannes Jacobsen
Lis Mortensen, skrivari
skynsamurfjarhiti@gmail.com