Alle indlæg af Skrivari

Ólavsøka inni á gøtu 29. august

Skrá

kl 12:30    Lítli og stóri Klávus á Ólavsøku. Útisjónleikur fyri børn og barnsligar sálir. Les meir á https://www.torshavn.fo/Default.aspx?pageid=37&NewsItemID=10437

kl 15         Ólavsøkuhaldið Inni á Gøtu byrjar av álvara. Sangur og brøðurnir Birgisson spæla.

15:30 -17  Tivoli:

                 Ponyríðing, hoppiborg fyri tey smáu, andlitsmáling

                 Pílakast, seymsláttur, posarenning, eplarenning, togtogan

                 Poppkorn og smores

16 – 18     Ólavsøkuframsýning í Ovarugøtu 48. Edith og Kristoffur Mørkøre bjóða til ólavsøkuframsýning í atelierinum og studionum. Fá eitt prát um list og tónleik.

kl 17            Rógvi Dam undirheldur og gyklar

kl 18         Grillingin byrjar. Eigarafelagið hevur keypt búffar, kotelettir og pylsur. Børnini fáa sunkist. Tey vaksnu mugu sjálvi hava hóskandi drekka við.

kl 19            Martin Joensen syngur

kl 20            Formligi parturin av ólavsøkuhaldinum endar og fólk er vælkomin til at verða sitandi til prát og felagssang. Dávur og Ingi Birgisson spæla guitar.

Aðalfundur 10.juni kl 20

Sum lýst á plakat og á facebook hevur Eigarafelagið Inni á Gøtu aðalfund mikukvøldið 10.juni kl 20. Skrá sambært viðtøkunum

Í ár ber ikki til at hava aðalfundin í býlingshúsunum orsaka av covid19-tilmælum. Fráboðan um hvar aðalfundurin verður hildin ístaðin kemur ein av næstu døgunum.

Ruddingardagur 16.mai

Leygardagin 16.mai kl 10 hittast vit uttanfyri býlingshúsini. Vit fáa ein drekkamunn og ein lista yvir uppgávur.

Nógv skal ruddast. Onkrastaðni skal gravast eitt sindur. Summastaðni skal lúkast. Kanska hevur tú fleiri uppskot at leggja afturat listanum yvir uppgávur?

Uppgávurnar eru fjøllbroyttar, so her er okkurt til ein og hvønn. Tey sterku, tey skjótu, tey gomlu, tey smáu. Stutt sagt: tey nógvu. Tú velur tær okkurt, sum tú vilt taka tær av.

Vit vóna, at nógv av okkum Inni á Gøtu eru við hesa hugnaligu løtuna leygarmorgunin.

Vinalig heilsan Nevndin fyri Eigarafelagið Inni á Gøtu

Brúkarafelagið Skynsamur Fjarhiti: Tíðindi

Vit senda tykkum hervið frágreiðing frá brúkarafelagnum Skynsamur Fjarhiti, sum vit í nevndini hava ætlað at sent tykkum í longri tíð. Tíðin gongur skjótt, serliga nú tá vit eru rakt av hesi korona-kreppuni.

Øll 14 eigarafeløgini í Tórshavnar kommunu, sum brúka fjarhita, skipaðu seg í brúkarafelagið Skynsamur Fjarhiti í mai 2019. Brúkarafelagið fevnir um fleiri enn 1200 húsarhald í Hoyvík, Tórshavn og Argjum.

Endamálini við at skipa okkum í eitt slíkt brúkarafelag eru fleiri. Fyri tað fyrsta vísa vit á, at útrokningargrundarlagið fyri prísi fyri fjarhita er skeivur og hevur verið skeivur í mong ár. Hetta viðførir, at fjarhiti er 17% dýrari enn at hava oljufýring, um vit hyggja eftir uppseting, íbinding og nýtslu í eitt longri áramál. Vit eru sum húsarhald áløgd at brúka fjarhita, og hava, sum tey einastu í landinum, mist fría valið, hvussu vit ynskja at upphita okkara heim. Henda støða gerst serliga óunnilig, nú aðrar grønar loysnir vísa seg á marknaðinum, sum eru væl bíligari, tá vit hyggja eftir uppseting og nýtslu í eitt áramál.

Vit leggja dent á, at fjarhiti er ein umhvørvisvinarlig loysn í mun til at endurvinna orku, sum annars fer til spillis frá brennistøðini á Hjalla og SEV. Vit biðja um at fáa innlit í, hvussu alt hetta við fjarhita riggar. Til dømis hvussu orkueffektiv loysnin er, hvussu nógv hitatap er á leiðini, hvussu roknskapurin fyri at veita hesa tænastu sær út og hvørjar ætlanir, avbjóðingar og ætlanir liggja fyri framman. Tað, sum vit eru sera ónøgd við, er høgi prísurin og órímiliga støðan sum heild hjá fjarhitabrúkarum. Hetta verður lýst í frágreiðingini hjá Kappingareftirlitinum ”Fjarhiti í Tórshavn” frá mars 2017. Frágreiðingin er almenn á heimasíðu teirra. Ein stórur trupulleiki, sum Kappingareftirlitið vísir á, er, at alt økið við fjarhita er púra óregulerað, – her eru ongar almennar reglur og rætningslinjur.

Brúkarafelagið Skynsamur Fjarhiti skipaði seg aftaná aðalfundin við Brian Rasmussen sum formanni. Hini í nevndini eru Jan Mortensen, Søren Antoft, Jóannes Jacobsen og Lis Mortensen. Tey eru øll frá eigarafeløgum í Hoyvík.

Brúkarafelagið hevur samskift við leiðsluna hjá Fjarhitafelagnum og nevndina fyri Fjarhitafelagið um spurningar okkara. Nógv viðurskifti eru løgd á borðið. Vit spyrja, hví prísurin er so høgur og hví so lítið gjøgnumskygni er við roknskapinum hjá Fjarhitafelagnum? Vit spyrja, hví prísurin ikki verður roknaður út eftir, hvat tað kostar at veita hesa tænastu? Vit hava eisini lagt fram ynski um, at brúkaraumboð gerast partar av nevndini fyri Fjarhitafelagið.

Í oktober var arbeiðið hjá nevndini í brúkarafelagnum Skynsamur Fjarhita komið so langt, at vit kundu bera út ein faldara til øll húsarhald í teimum 14 eigarafeløgunum, sum mynda brúkarafelagið. Faldarin lýsti nýggja brúkarafelagið og teir spurningar, sum vit arbeiða við. Vit vóna, at tit høvdu gleði av hesum faldara.

Í oktober sendu vit eisini eitt kæruskriv til Tórshavnar kommunu, SEV, Fjarhitafelagið og nevndina í Fjarhitafelagnum, sum eru umboð fyri eigararnar, nevnliga Tórshavnar Kommuna og SEV. Í kæruskrivinum vístu vit á, hvørji viðurskifti vit eru serliga ónøgd við, og at vit ynskja eitt nógv betri samstarv við Fjarhitafelagið og eigararnar. Vit bóru eisini fram ynski um at styrkja innlitið hjá brúkarum við at fáa umboð fyri brúkararnar í nevndina hjá Fjarhitafelagnum.

Fjarhitafelagið kallaði okkum inn til ein fundar stutt aftaná, og her fingu báðir partar lagt fram nakað av tí, sum vit skulu fáa uppá pláss komandi tíðina. Ein av uppgávunum er at fáa fakta uppá pláss, tvs hvørji tøl arbeiða vit útfrá og hvørji tøl arbeiðir Fjarhitafelagið útfrá.

Tann 10. mars var ein tekniskur fundur millum brúkarafelagsnevndina og umboð fyri Fjarhitafelagið, har vit hugdu nærri eftir parti av grundarlagnum fyri, hvussu prísur fyri fjarhita verður útroknaður. Okkara útrokningar vísa, at fjarhiti er 17 % dýrari enn oljufýring og 50% dýrari enn t.d. jarðhiti. Fjarhitafelagið hevði hin vegin aðrar útrokningar, sum vit nú hava høvi at hyggja nærri eftir. Tað er týdningarmikið, at vit fáa eitt gott innlit í hesi viðurskifti og á tann hátt finna fram til eina støðu, sum er nógv betri fyri okkum fjarhitabrúkarar.

Corona-kreppan steðgaði øllum fundarvirksemi, og vit vænta, at hetta um stutta tíð kann fara í gongd aftur varliga. Í næstum vænta vit innkalling til fund við leiðsluna og alla nevndina fyri Fjarhitafelagið, sum eru umboð fyri Tórshavnar kommunu og SEV.

Ætlanin var at kalla inn til aðalfund í september, men hetta varð seinkað, tí samskiftið við Fjarhitafelagið varð drúgvari enn ætlað. Vit vóna, at umstøðurnar at skipa fyri fyrsta regluliga aðalfundi verða til staðar í nærmastu framtíð. Til tá mugu vit samskifta á annan hátt.

Tit eru sjálvsagt vælkomin til at deila hetta kunningarskriv víðari. Um tit hava spurningar, hugskot ella ynskir til nevndina eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við okkum.

Vinalig heilsan

Vegna nevndina fyri Brúkarafelagið Skynsamur Fjarhiti

Brian R. Rasmussen, formaður

Jan Mortensen

Søren Antoft

Jóannes Jacobsen

Lis Mortensen, skrivari

skynsamurfjarhiti@gmail.com

Veitslan er útsett

Góðu Inni-á-Gøtu-búgvar

Støðan við corona-smittuni broytist sera skjótt í løtuni. Hetta ger, at vit velja at útseta veitslu okkara, sum annars skuldi vera nú leygarkvøldið 14. mars í býlingshúsunum Inni á Gøtu.

Vit vóna, at tit skilja og taka undir við hesi avgerð, og at tit gleða tykkum líka nógv sum vit til, at veitslan ístaðin verður hildin, so skjótt henda kreppustøða hasar av.

Vinalig heilsan Veitslu-fyriskipararnir