Kategoriarkiv: Antennuviðurskifti

Rásbroytingar

Mánadagin 17. oktober  verður arbeitt upp á felagsantennuna. rasbroytingar Sjónvarpsrásirnar verða sløktar meðan arbeitt verður. Roknast kann við, at arbeiðið fer at vara allan dagin (dagtímarnar).
  • Vit skifta útgerð út.
  • Analogu rásirnar verða sløktar og nakrar verða í staðin digitalar.
Kunningartilfar er lagt í postkassarnar. Tekniska nevndin (15-10-2016)

Rásbroytingar

Vegna broytingar í satelittinum eru nakrar broytingarnar gjørdar. Lesið tí hesar rásir inn av nýggjum:
  • 426 MHz:  Cartoon, Boomerang og BBC World News.
  • 546 MHz:  Kanal 4 HD.
  • 586 MHz:  Vision No, Kanal10 No og Gospel Channel.
Analogu rásirnar CN, NatGeo og Animal Planet eru sløktar. Um 14 dagar verða allar analogu rásirnar sløktar. Tá verða Iktus, NDR, Animal … Continue Reading ››

Rásbroytingarnar í mai

Nú eru kunngjørdu broytingarnar framdar:
  • DR1HD verður nú sent á 594 MHz saman við DR3HD. Leitið evt. 594 MHz av nýggjum.
  • DR2, DRK, DR-Ra, DR-Ultra eru nú á 562 MHz saman við Kanal 4. Leitið evt. 562 MHz av nýggjum.
  • DR rásirnar á 546 MHz eru sløktar.
  • Analogu rásirnar DR1, DR2 og TV2 eru eisini sløktar.
Broytingarnar eru fylgja av … Continue Reading ››

Fleiri rásir óvirknar

Sum tit kanska hava hoyrt í fjølmiðlunum og lagt til merkis, so mangla fleiri rásir í løtuni. Hetta er orsaka av prísósemju millum skandinaviskar útbjóðarnar Canal Digital og Discovery Networks Nordic, sum eigur rættindini til nógvar sjónvarpsrásir. Av rásunum sum vit móttaka, eru hesar raktar: Kanal4, Kanal 5, 6´arin, Eurosport, Animal Planet og Discovery Chanel. Canal Digital kunnar um … Continue Reading ››