BÁL OG KYNDLAR Á NÝGGJÁRINUM

Hey góðu grannar. Aftur í ár er korona-smittutrýstið høgt, og vit mugu gera alt, sum vit kunnu fyri at fylgja tilmælum í sambandi við nýggjárshaldið Inni á Gøtu. Nýggjárshaldið er uttandura, og vit meta, at tað ber til at halda frástøðu.Við góðum ráðum fyrireika vit tí nýggjársbál á Klingruni, – sama stað, sum vit plaga.

Hóskvøldið 30. des kl 19 kunnu fólk avheinta tilfar til faklar uttanfyri býlingshúsini og gera faklarnar klárar heima.Fríggjadagin 31. des kl 13 kunnu sjálvboðin koma og hjálpa til við at byggja upp nýggjársbálið í Klingruni. Gomul jólatrø kunnu leggjast afturat eisini. Tað er gott, um onkur hevur bil at koyra plattar við.Kyndlagongan byrjar uttanfyri býlingshúsini gamlaárskvøld 31.des kl 21. Vit samlast í frástøðu og ganga eftir Ovarugøtu og Niðarugøtu fram til bálið, har vit festa í við faklunum. Fyri at minka um smittuvandan njóta vit løtuna í frástøðu og her verður av somu orsøk eingin sangur og eingin røða.

Vit gleða okkum til hesa løtuna og biðja øll um at virða tilmælini.