Kringvarpið skrivar í dag at Fjarhitafelagið hevur boðað Umhvørvisstovuni frá, at felagið tekur aftur umsóknina um umhvørvisgóðkenning til hitamiðstøðina í Klingruni
Kategoriarkiv: Hitamiðstøðin
Hetta er tann loysnin vit bóðu um fyri fimm árum síðani
Eftir at Heðin Mortensen broytti ætlaðu byggingini av eini hitamiðstøð í Klingruni í Hoyvík, eru eigarafeløgini lættari um hjartað. Tað sigur Lis Mortensen, umboð fyri eigarafeløgini. “Hetta gevur okkum frið í sálina.”
Hoyr innslagið við Lis her: in.fo
Hava funnið loysn upp á hitamiðstøðina
Hitamiðstøðin verður bygd í Klingruni í Hoyvík, sum ætlað, men hon skal einans nýta grøna orku, umframt olju frá tangum á Hjalla.
Nevndin í Fjarhitafelagnum hevur í dag hildið fund, og er samd um eina loysn, sum hon heldur, at Tórshavnar Býráð og borgararnir í Hoyvík fara at góðtaka. Læs videre Hava funnið loysn upp á hitamiðstøðina
Hitamiðstøðin í Hoyvík er nú jarðað
Tað verður eingin hitamiðstøð bygd í Hoyvík. Tað ger Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, nú greitt.
Seinnapartin var fundur millum eigarafeløgini í Hoyvík, sum mótmæla ætlaðu hitamiðstøðini, og Heðin Mortensen, borgarstjóra. 16 umboð fyri eigarafeløgini møttu til fundin. Við sær høvdu tey 2116 undirskriftir móti ætlaðu hitamiðstøðini. Tey greiddu eisini væl frá teirra metingum av málinum. Læs videre Hitamiðstøðin í Hoyvík er nú jarðað
Borgarstjórin vil hava eina grøna loysn
Nú seinnapartin hevur fundur verið millum eigarafeløgini í Hoyvík, sum mótmæla ætlaðu hitamiðstøðini, og Heðin Mortensen, borgarstjóra. 16 umboð fyri eigarafeløgini møttu til fundin. Við sær høvdu tey 2116 undirskriftir móti ætlaðu hitamiðstøðini. Tey greiddu eisini væl frá teirra metingum av málinum.
Heðin Mortensen, bogarstjóri, gjørdi greitt, at hann hvørki vil hava olju, oljutangar ella stórar skortsteinar í bústaðarøkinum í Hoyvík. Hann fer tí nú at kunna bæði býráðið og Hitafelagið um eina alternativa grøna loysn fyri eini hitamiðstøð, ið hann metir kann lata seg gjøgnumføra. Læs videre Borgarstjórin vil hava eina grøna loysn
Føroya Tele ávarar ímóti hitamiðstøðini
Á Føroya Tele eru tey ikki álvulig við eina hitamiðstøð, sum støðan er nú.
Brestur ein av stóru oljugoymslununm, sum ætlanin er at seta upp, kann tað leggja alt okkara elektroniska samskifti lamið.
Á Føroya Tele hava tey ikki fingið vissu fyri, at tey fara at arbeiða í einum reinum umhvørvi í framtíðini. Men aðrir vandar eru eisini, sigur Kristian Davidsen, stjóri á Føroya Tele.
Vit mugu hugsa okkum um einaferð afturat
– Vit eiga at lurta eftir fólki!
Tað heldur Helena Dam á Neystabø, býráðslimur í Havn.
Eisini hon meldar seg upp í kórið av býráðslimum í Havn sum eru farnir av ivast í um tað er rætt at byggja eina hitamiðstøð, har sum ætlanin er í Klingruni í Hoyvík, mitt í einum bústaðarøki og tætt við barnagarð.
– Vit mugu geva okkum stundir at hugsa um málið av nýggjum.
Hitamiðstøðin yvir á Sandvíkarhjalla
– Vit skulu ikki hava eina hitamiðstøð, har okkara ungdómur og framtíð er, sigur Annfinn Brekkstein, býráðslimur fyri Sambandsflokkin. Læs videre Hitamiðstøðin yvir á Sandvíkarhjalla
Eingin hitamiðstøð í Hoyvík
– Persónliga hevði eg als ikki viljað búð beint upp at eini slíkari hitamiðstøð, sigur Bogi Andreasen, sum nú vil hava umstríddu hitamiðstøðina flutta burtur úr Klingruni í Hoyvík.
Hitamiðstøðin er ikki viðgjørd í býráðnum enn
Røringur er komin í Tórshavnar býráð, eftir at málið um at byggja eina stóra hitamiðstøð í Klingruni í Hoyvík hevur tikið seg upp.