Alle indlæg af Webmaster

Vit mugu hugsa okkum um einaferð afturat

Helena-dam-a-neystabo

– Vit eiga at lurta eftir fólki!

Tað heldur Helena Dam á Neystabø, býráðslimur í Havn.

Eisini hon meldar seg upp í kórið av býráðslimum í Havn sum eru farnir av ivast í um tað er rætt at byggja eina hitamiðstøð, har sum ætlanin er í Klingruni í Hoyvík, mitt í einum bústaðarøki og tætt við barnagarð.

– Vit mugu geva okkum stundir at hugsa um málið av nýggjum.

Læs videre Vit mugu hugsa okkum um einaferð afturat

Tórshavn Marathon 2014

torshavnmarathon_logo

Leygardagin 7. juni kl. 9-14 verður Tórshavn Marathon og Heilsurenning. Sum vant, so verður ein partur av býnum stongdur fyri ferðslu. Í ár verður renningin runt í býnum, í størri mun enn undanfarnu ár, so hetta kemur sjálvsagt at ávirka ferðsluna.

Vit hava fingið áheitan frá Visit Tórshavn um at tað hevði verið frálíkt, um fólk høvdu kunnað farið oman á vegin tætt við býlingin og stuðlað rennarunum við at rópa á teir, sláa vit grýtulokum og ymiskt annað.

Kort yvir hvørjir vegir verða stongdir kann síggjast her

Les annars meira á www.torshavn.fo