Innsavnan av undirskriftum

Skriva undir her.

Hóast málið um hitamiðstøðina tykist at vera komið ígjøgnum Umhvørvisstovuna, so ætla vit ikki at standa tigandi og hyggja at, ímeðan hesin ørskapur ótálmaður heldur fram. Vit ætla at vísa okkara myndugleikum, at vit eru nógv, sum ikki taka undir við núverandi ætlan hjá Fjarhitafelagnum.

“..hetta snýr seg ikki um, hvussu langur ein skorsteinur skal vera fyri at roykeitur ikki skal lenda í tínari stovu ella í lungunum á tínum børnum. Ella um tríggir oljutangar skulu liggja fimm ella seks metrar frá einum leikvølli, har børn spæla dagliga. Hetta snýr seg um sunnan fornuft.

Illanstíð skal eitt fámannalið av fólksins sokallaðu tænarum sleppa at burturforklára ørskap við teknokratiskum royk-tosi um skorsteinslongd og annað.”

– úr Facebook bólkinum “Vit fara ikki at brenna her

Vit hava brúk fyri tínum stuðli í dag!