Innsavnan av undirskriftum

Innsavnan av undskriftum ímóti dálkandi hitamiðstøð

Góðu býráðslimir og onnur,

Vit mótmæla ætlaðu oljubrennandi hitamiðstøðini, sum skal byggjast á Klingruni í Hoyvík. Sunnur fornuftur og byggisamtyktin siga, at so stórt orkuverk hoyrir ikki heima mitt í millum sethús í Hoyvík, har familjur og smábørn búleikast. Tað er ørskapur at loyva so nógvari dálking í hesum barnaríka øki.

Ætlaða hitamiðstøðin fer at hava oljuframleidda orku uppá 19.500kW - sum er næstan helvtin av SEV-verkinum á Sundi. Slíkur orkumáttur svarar til upphiting av 3000-6000 sethúsum.

Her eru nógv hús, og nærmasti barnagarður er uppi í brekkuni 70 metrar burturi. Børn spæla í øllum økinum alt árið, í sól og kava uppi á heygnum fáar metrar frá skorsteinunum, á vøllinum hjá Føroya Tele, skreiða sletu og tendra jólatræ á heygnum uppiyvir Hitamiðstøðini. Her eru skúlar, aðrir barnagarðar, blómandi býarøki, fólk sum íðka ítrótt og ganga túrar ella bíða eftir bussinum.

Ongar viðurkendar kanningar av dálkingarvandanum eru gjørdar á staðnum frammanundan, áðrenn Umhvørvisstovan gav sína umhvørvisgóðkenning, sum taka veruligu veðurviðurskiftini og lendi kring hitamiðstøðina við í útrokningarnar. Einans standard telduforrit eru brúkt til at rokna út, hvussu nógv dálking stendst av oljubrenningini - og tey hava víst sera ymisk úrslit.

Hvussu kann nakað matematiskt modell í einum telduforriti veita trygd fyri, at roykur frá einum so stórum verki ikki fer at merkjast?

Ein ráur veruleiki, sum vit eisini staðfesta, er, at umhvørvisgóðkenningin BERT tekur atlit til umhvørvi, tí Umhvørvisstovan hevur ikki førleika til at leggja dent á fólkaheilsu ella eldsbrunavernd. Hvussu skal hetta fáa okkum at kenna okkum trygg?

Útrokningar hjá serfrøðingum hava higartil víst hvør sítt. Myndugleikar okkara hava valt at leggja dent á eitt einstakt úrslit - uttan at vísa til óvissuna, sum fylgir við einihvørji útrokning. Harafturat hongur óvissan yvir øllum útrokningunum: kunnu modell yvirhøvur fult út lýsa veruleikan?

Vit hava fylgt øllum málinum neyvt í mong ár, sett okkum væl og virðiliga inn í smálutir og samskift við partar á báðum síðum. Sannføring okkara er ongantíð so greið sum nú: Váðin er alt, alt ov stórur til, at vit tora at festa alt okkara álit á nakrar modellútrokningar við alt ov stórum óvissu-marginalum.

Vit kunnu framvegis vísa á hópin av ítøkiligum spurningum í sambandi við umhvørvisgóðkenningina, men tá alt kemur til alt, kann sjónarmið okkara lýsast við orðum úr Facebook-bólkinum “Vit fara ikki at brenna her”:

“..hetta snýr seg ikki um, hvussu langur ein skorsteinur skal vera fyri at roykeitur ikki skal lenda í tínari stovu ella í lungunum á tínum børnum. Ella um tríggir oljutangar skulu liggja fimm ella seks metrar frá einum leikvølli, har børn spæla dagliga. Hetta snýr seg um sunnan fornuft. Illanstíð skal eitt fámannalið av fólksins sokallaðu tænarum sleppa at burturforklára ørskap við teknokratiskum royk-tosi um skorsteinslongd og annað”.

Vit halda, at tá ið verandi fjarhitaskipan verður lýst at vera “grøn”, og vit brúkarar ikki sleppa at brenna olju, er tað sjálvsagt, at felagið, ið stendur fyri orkuveitingini, ikki brennir olju – og als ikki mitt í okkara bústaðarøki. Hetta halda vit vera eina skyldu hjá okkara fólkavaldu at tryggja okkum!

Vit leggja við hesum okkara álit á, at tit sum okkara fólkavaldu síggja álvaran í málinum og tryggja, at oljubrenning ikki verður partur av hitamiðstøðini á Klingruni,

Við hávirðing,

[Undirskrift]

825 undirskriftir

Fortel tínum vinum: