Innkomuvegurin til Havnar

Vit eru skelkaði av, at innkomuvegurin frá nýggja undirsjóvartunlinum, har loyvið verður at koyra 80 km/t, kanska verður lagdur kloss uppat býlinginum Inni á Gøtu og spæliplássinum fyri endan av Niðaragøtu. Nevndin í Eigarafelagnum Inni á Gøtu sendi mótmælið til býráðið, og vit vóru á fundi við Heðin Mortensen og Boða Haraldsen tann 8.apríl.

Vit søgdu frá okkara stóru ónøgd og fingu at vita, at eingin avgerð er tikin enn. Boði og Heðin kunnaðu okkum um støðuna millum kommunu, Landsverk og tunnilsfelagið. Tunnilin kemur upp stutt norðanfyri Hvítanes og útfra hesum hava Landsverk og tunnilsfelagið skitserað 4 uppskot til innkomuveg til Havnar.

Uppskotini kunnu síggjast við at trýsta á leinkjuna niðanfyri.
Vit boðaðu frá, at vit eru hart ímóti uppskotunum 2, 3 og 4, tí vegurin liggur alt alt ov tætt við býlingin Inni á Gøtu.  Í løtuni bíðar kommunan eftir eini ferðslu-analysu frá Landsverk, sum viðger uppskotini. Samskifti er eisini við Henrik Old, landsstýrismann. Avtalað varð, at býráðið gevur okkum kunning um málið, tá ein avgerð verður tikin.

Innkomuvegurin til Havnar