Fyri stuttum kom fram, at nýggja innkoyringin til Havnar frá Eysturoyartunlinum er flutt munandi. Hetta fær nú álvarsligar avleiðingar fyri býlingin Inni á Gøtu.
![Uppskot hjá TK: Nýggi vegurin frá Eysturoyartunlinum fluttur skelkandi nær býlinginum Inni á Gøtu](http://www.inniagotu.org/wp-content/uploads/2016/04/Innkoyring-300x190.jpg)
Sambært broytingunum er ætlanin, at høvuðsvegurin til Havnar við nógvari tungari og skjóttkoyrandi ferðslu skal liggja kloss uppat býlinginum Inni á Gøtu, bert fáa metrar frá nærmastu húsunum í Ovarugøtu og Niðarugøtu og spælivøllinum hjá børnunum.
Eingin kunning hevur verið frá kommununi um hesar ógvisligu broytingar.
Nevndin hjá eigarafelagnum hevur í skundi sent mótmælisskriv til Tórshavnar kommunu, har vit krevja at fáa fund um hetta málið.