Rástrupulleikar

Fleiri hava framvegis órógv á SVF. Nýggj roynd at loysa trupulleikan verður gjørd í næstu viku.

Broyttir frekvensir:

SVF: 434 MHz

Iktus: 442 MHz

TV3Max / Rás1:  754 MHz

Sum ein roynd er SVF eisini lagt á  762 MHz, sum tó bara tey, ið hava Hald 2 kunnu taka.

RADIO:  Rás 2 er nú aftur at hoyra á 89 MHz.

Veitsla Inni á Gøtu leygarkvøldið 10. mars

Veitslan Inni á Gøtu verður í býlingshúsinum leygarkvøldið 10. mars kl. 19.Vit kunnu gleða okkum til buffet við góðum mati, bæði heitur matur og tað kalda borðið. Kokkur okkara er Hansa Johannesen. So her verður lekkur matur, lívligur tónleikur og gott lag á fólki.

Møguligt er at keypa m.a. vín og øl í barrini.

Og so kunnu vit gleða okkum til onkur yvirraskilsir….

Vit síggjast. ?

Opið hús byrjar aftur

Góðu Gøtubúgvar.

Nú fara vit aftur undir tiltakið ”Opið hús” í Býlingshúsinum hvørt mikukvøld kl. 18.30-20.30 og leygarkvøld kl. 19.00-22.00. Vit leggja til brots mikukvøldið 8. november.

Tiltakið er fyrst og fremst ætlað børnum og ungum í skúlaaldri. Yngri børn hava ikki atgongd uttan saman við vaksnum, ið ansa teimum. Tvey ymisk foreldur, pør ella støk, hava vakt eitt mikukvøld og eitt leygarkvøld í part.

Mikukvøld er opið fyri øllum børnum í skúlaaldri, meðan leygarkvøld er býtt sundur soleiðis, at tey í 1.- 3. flokki eru frá kl. 19.00 til í seinasta lagi kl. 21.00, og tey í 4. flokki og eldri ikki sleppa inn fyrrenn eftir kl. 20.30.

Í næstum verður ein faldari borin út í hvørt hús í býlinginum saman við vaktarlista og reglugerð, har kunnað verður nærri um tiltakið. Um tað eru foreldur ella tilflytarar, ið ynskja at luttaka, eru tey hjartaliga vælkomin at boða nevndini frá.

Útferð sunnudagin 20.august kl. 13: úr Fuglafirði til Hellurnar

Tíðin er komin til gongutúrin hjá eigarafelagi okkara. Á veitsluni hjá eigarafelagnum í vár bjóðaðu Jústines og Poula Eidesgaard til gongutúr úr Fuglafirði til Hellurnar. Túrurin verður nú sunnudagin 20.august. Túrurin er umleið 3 km langur, uml 2,5 tíma.

Vit hittast í býlingshúsinum Inni á Gøtu kl 13 og koyra í egnum bilum til Fuglafjarðar. Sjálvur gongutúrurin byrjar við fótbóltsvøllin í Fuglafirði.

Komin til Hellurnar bíðar okkum ein drekkamunnur.

Vit skipa fyri koyring aftur til Fuglafjarðar eftir bilunum.

Tilmelding á facebook ella send teldupost til nevnd@inniagotu.org. Ella kom bara í býlingshúsið sunnudagin 20.aug kl 13, so fylla vit bilarnar.

Vit vóna, at nógv hava hug at koma við út at ganga!

Vinalig heilsan nevndin: Lis, Jan, Petur, Amy og Áki

Aðalfundur 30.aug kl. 19

Aðalfundur í Eigarafelagnum mik 30.aug kl. 19

Fundurin verður í býlingshúsinum. Skrá sambært viðtøkunum.

Ynskir tú, at eitt mál verður viðgjørt á aðalfundinum, vinarliga boða nevndini frá innan fríggjadagin 25.august. Send teldupost til nevnd@inniagotu.org

Hevur tú hug til at geva eitt íkast til trivnaðin Inni á Gøtu við at luttaka í nevndararbeiði ella arbeiðsbólki? Kom við á aðalfundin mikudagin 30.august kl. 19.

RUDDINGARDAGUR LEYGARDAGIN 29. APRÍL

Nú er ruddingardagur á skránni, og leygardagin 29. apríl fara vit at rudda Inni á Gøtu. Vit møtast kl. 10 í Býlingshúsinum til kaffi/te, sunkist og kringlu. Síðani verður farið út ta vanligu rutuna at rudda sítt øki. Latið tykkum væl í til veðrið, og vónandi verða vit nógv at taka eina hond í.

Aftaná ruddingina hittast vit aftur uttan fyri Býlingshúsið.

Vit síggjast.

Nevndin