Opið hús byrjar aftur

Góðu Gøtubúgvar.

Nú fara vit aftur undir tiltakið ”Opið hús” í Býlingshúsinum hvørt mikukvøld kl. 18.30-20.30 og leygarkvøld kl. 19.00-22.00. Vit leggja til brots mikukvøldið 8. november.

Tiltakið er fyrst og fremst ætlað børnum og ungum í skúlaaldri. Yngri børn hava ikki atgongd uttan saman við vaksnum, ið ansa teimum. Tvey ymisk foreldur, pør ella støk, hava vakt eitt mikukvøld og eitt leygarkvøld í part.

Mikukvøld er opið fyri øllum børnum í skúlaaldri, meðan leygarkvøld er býtt sundur soleiðis, at tey í 1.- 3. flokki eru frá kl. 19.00 til í seinasta lagi kl. 21.00, og tey í 4. flokki og eldri ikki sleppa inn fyrrenn eftir kl. 20.30.

Í næstum verður ein faldari borin út í hvørt hús í býlinginum saman við vaktarlista og reglugerð, har kunnað verður nærri um tiltakið. Um tað eru foreldur ella tilflytarar, ið ynskja at luttaka, eru tey hjartaliga vælkomin at boða nevndini frá.