Alle indlæg af Webmaster

DAGFØRT 9/5: Rásbroytingar

DR1 HD

Tann 6. mai verður Kanal 4 dagførd og má leitast inn av nýggjum (te. 562 MHz).

Tann 6. mai senda vit DR1HD saman við DR3HD. Leitið evt. 594 MHz inn av nýggjum.

Umleið ½ maj verða DR2, DRK, DR-Ra, DR-Ultra lagdar á 562 MHz, har Kanal 4 er frammanundan. Leitið evt. 562 MHz inn av nýggjum

Tann 1. juni sløkna verandi DR rásir á 546 MHz

Tá sløkna eisini analogu rásirnar DR1, DR2 og TV2

Broytingarnar eru fylgja av broytingunum hjá Canal Digital.

Innkomuvegurin til Havnar

Vit eru skelkaði av, at innkomuvegurin frá nýggja undirsjóvartunlinum, har loyvið verður at koyra 80 km/t, kanska verður lagdur kloss uppat býlinginum Inni á Gøtu og spæliplássinum fyri endan av Niðaragøtu. Nevndin í Eigarafelagnum Inni á Gøtu sendi mótmælið til býráðið, og vit vóru á fundi við Heðin Mortensen og Boða Haraldsen tann 8.apríl.

Vit søgdu frá okkara stóru ónøgd og fingu at vita, at eingin avgerð er tikin enn. Boði og Heðin kunnaðu okkum um støðuna millum kommunu, Landsverk og tunnilsfelagið. Tunnilin kemur upp stutt norðanfyri Hvítanes og útfra hesum hava Landsverk og tunnilsfelagið skitserað 4 uppskot til innkomuveg til Havnar.

Uppskotini kunnu síggjast við at trýsta á leinkjuna niðanfyri.
Vit boðaðu frá, at vit eru hart ímóti uppskotunum 2, 3 og 4, tí vegurin liggur alt alt ov tætt við býlingin Inni á Gøtu.  Í løtuni bíðar kommunan eftir eini ferðslu-analysu frá Landsverk, sum viðger uppskotini. Samskifti er eisini við Henrik Old, landsstýrismann. Avtalað varð, at býráðið gevur okkum kunning um málið, tá ein avgerð verður tikin.

Innkomuvegurin til Havnar

 

Innkoyring til Havnar

Fyri stuttum kom fram, at nýggja innkoyringin til Havnar frá Eysturoyartunlinum er flutt munandi. Hetta fær nú álvarsligar avleiðingar fyri býlingin Inni á Gøtu.

Uppskot hjá TK: Nýggi vegurin frá Eysturoyartunlinum fluttur skelkandi nær býlinginum Inni á Gøtu
Uppskot hjá TK: Nýggi vegurin frá Eysturoyartunlinum fluttur skelkandi nær býlinginum Inni á Gøtu

Sambært broytingunum er ætlanin, at høvuðsvegurin til Havnar við nógvari tungari og skjóttkoyrandi ferðslu skal liggja kloss uppat býlinginum Inni á Gøtu, bert fáa metrar frá nærmastu húsunum í Ovarugøtu og Niðarugøtu og spælivøllinum hjá børnunum.

Eingin kunning hevur verið frá kommununi um hesar ógvisligu broytingar.

Nevndin hjá eigarafelagnum hevur í skundi sent mótmælisskriv til Tórshavnar kommunu, har vit krevja at fáa fund um hetta málið.

Veitsla Inni á Gøtu fríggjakvøldið 11.mars

Várið er í nánd, og stundin er komin til at halda veitslu fyri okkum øllum, sum búgva Inni á Gøtu.

dicaprio
Fríggjakvøldið 11. mars kl. 19 verður veitsla í býlingshúsinum Inni á Gøtu. Kokkurin, Magni Garðalíð av Húsum, borðreiðir við góðum mati. Drekkivørur verða til matin.

Tú meldar teg til veitsluna við at flyta kr. 100 á konto 9181-1667213, í seinasta lagi 6. mars. Minst til at upplýsa navn og bústað.

Flestu rásirnar virka aftur

So er loysn fingin á ósemjuni, og vit hava fingið flestu rásirnar aftur.

Enn mangla tó 6´arin og Eurosport HD, og er hetta støðan hjá øðrum antennufeløgum eisini.

Tað kann hanga saman við, at tað er sera stórt tal av tv-kortum, sum nú skulu aktiverast av nýggjum hjá øllum Canal Digital brúkarunum.

Um hesar báðar rásirnar ikki eru virknar í morgin tíðliga, so boða vit Canal Digital frá.

Meira info her: https://www.canaldigital.dk/discovery