Fólk inni á Gøtu við mótmælisskrivi á býráðnum

Motmalisskriv
Mynd: in.fo

Fyrr í vikuni var eigarafelagið inni á Gøtu niðri á býráðnum við einum mótmælisskrivi.

Tey mótmæla uppskotum frá Tórshavnar kommunu, ið leggur upp til, at vegurin frá Eysturoyartunnlinum kemur møguliga at liggja beint framvið býlingunum inni á Gøtu.

Jan Mortensen, næstformaður í eigarafelagnum inni á Gøtu, sigur at tey síggja onga meining í at taka eitt økið til veg, sum nógv brúka til at ganga í. Eisini kemur vegurin at liggja beint framvið spæliplássi og fótbóltvølli, sum verða nógv brúkt, sigur Jan Mortensen.

Elin Lindenskov, forkvinna í teknisku nevnd hjá Tórshavnar býráð, sigur at kommunan er ikki liðug at viðgera málið, men at mótmæli verður tikið við í viðgerina.

Les meira her: http://www.in.fo/news-detail/folk-inni-a-goetu-vid-motmaelisskrivi-a-byradnum/