Hitamiðstøðin verður bygd í Klingruni í Hoyvík, sum ætlað, men hon skal einans nýta grøna orku, umframt olju frá tangum á Hjalla.
Nevndin í Fjarhitafelagnum hevur í dag hildið fund, og er samd um eina loysn, sum hon heldur, at Tórshavnar Býráð og borgararnir í Hoyvík fara at góðtaka.
– Hetta er ein loysn, sum ber til, og hetta er tann frægasta loysnin, sigur nevndarformaðurin í Fjarhitafelagnum, Carl A. Olsen.
Nýggja loysnin verður møguliga nakrar milliónir dýrari, tí tekningarnar skulu endurskoðast, og oljutangar skulu setast upp á Hjalla, har ein ketil er til taks, sum skal nýtast til at brenna olju, tá tað er neyðugt.
Ístaðin fyri gassolju skal hitamiðstøðin veita avlopshita og annars nýta streym til hita. Tað slepst sostatt undan høgum skorsteinum og dálkandi brenning.
Mótstøðan móti eini hitamiðstøð í Hoyvík hevur snúð seg um dálkandi oljubrenningina, og tískil væntar nevndin, at borgarar í Hoyvík fara at góðtaka loysnina. Nevndin fer nú í holt við at søkja um byggiloyvi, sigur Carl A. Olsen.
Fyrr í vikuni segði Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, at ein grøn loysn skuldi finnast,og at steymur frá vindmyllum í Húsahaga skuldi setast til hitamiðstøðina í Klingruni.
Loysnin, sum Fjarhitafelagið er komin fram til líkist sostatt nógv hansara loysn.
Tórshavnar Kommuna eigur helvtina av Fjarhitafelagnum og SEV eigur hina helvtina. Tórshavnar Kommuna eigur somuleiðis SEV saman við øðrum kommunum í landinum.
Kelda: in.fo