15 ára føðingardagur og ruddingardagur

hoppiborg

Fríggjadagin 9/5-14 kl. 14:30-16:30 verður opið hús í Býlingshúsinum. Kakao, bollar og lagkøka verður at fáa og hoppiborg verður til børnini uttanfyri. Kl. 15:30 fara børn á dagstovninum Inni á Gøtu at syngja nakrar sangir og aftaná fer Brian Rosendahl Rasmussen, formaður í Eigarafelagnum, at siga nøkur orð.

Klokkan 16:30 møtast øll uttanfyri Býlingshúsið og fáa útleverað posar í sambandi við ruddingardagin. Suppa o.a. verður at fáa kl. 18.

Vónandi síggjast vit øll.