Tag-arkiv: kavi

Salting og kavarudding

Sambært Tórshavnar kommunu, so hava borgarar sjálvir ábyrgdina av at halda sítt  øki og gongubreytini framman fyri sína ogn ruddað og saltaða.

Býlinga- og íbúðarvegir koma seinast í røðini av vegum, ið verða ruddaðir og saltaðir av kommunu. Vit í nevndini vilja tískil heita á allar íbúgvar um at taka sær salt úr saltkassunum, sum standa framvið vegunum, soleiðis at tað er klárt at brúka, tá ið frostið kemur. Er saltkassin tómur, ber til at boðað kommununi beinleiðis frá á www.torshavn.fo ella send eina áheitan til okkum í nevndini, so bera vit boðini víðari.

Um nógvur kavi legst, eru somu treytir galdandi. Rúm tíð kann ganga, áðrenn maskinur frá kommununi koma at grava, og tí hava vit sjálvi ábyrgdina av at tað er ráðiligt at koyra, áðrenn farið verður avstað. Um vit eru fleiri, sum fara út við spakanum, verður lættari hjá okkum øllum at ferðast trygt.

Sí nærri kunning um skyldur hjá borgarum og kavaruddingina hjá kommununi á:

Kavarudding á tínari gøtu

Kavarudding

Nevndin hevur kannað møguleikan at fáa privatan veitara at taka sær av kavaruddingini í býlinginum, men hendan loysnin er alt ov kostnaðarmikil fyri felagið. So góðu tit øll, lat okkum hjálpast at við at halda býlingin tryggan bæði fyri koyrandi og gangandi nú í vetur.

At enda vilja vit heita á íbúgvar um yvirhøvur at vísa varsemi og ansa eftir ikki at seta bilar í sving og onnur støð, har sýnið verður ringt. Parkeringsviðurskiftini eru avmarkað, og tí er umráðandi, at húskir við fleiri bilum enn tey hava pláss fyri í egnum túni parkera soleiðis, at bilarnir standa til so lítlan ampa fyri ferðsluna sum til ber.