Gongufelagið skipar fyri túri Inni á Gøtu í morgin.

Gongufelagið hevur 2 túrar á skránni komandi vikuna. Leygardagin verður gingið í Hoyvík, meðan leiðin 2. hvítusunnudag er norðantil á Streymoynni.

Leygardagin 18. mai verður gongutúrur: Gøtan Inni á Gøtu og oman Ternrygg.

Byrjað verður inni á Gøtu kl. 14.30. Leið 2 fer úr Steinatúni kl. 14.15. Ein lættur túrur.

Les meira her: http://visittorshavn.tumblr.com/post/50417494901/gonguturar-hja-gongufelagnum

Ruddingardagur 11. mei

Ruddingardagur verður leygardagin 11. mei og tað verður massar á skránni. Vit møtast klokkan 10 í Býlingshúsinum til kaffi/te og okkurt søtt.

Síðani fara nøkur ta vanligu rutuna og rudda sítt øki. Onnur fara at flyta grót, sláa gras, planta trø, skrúva borð saman osfr. Klokkan 12 fara øll niðan aftur í Býlingshúsið har pylsuvognur verður og øll fáa eta og drekka.

Nýggja spæliplássið á vøllinum verður samstundis vígt tá. Vit vóna at øll, ung sum gomul, møta upp so hetta verður ein hugnaligur dagur.

Veitsla í Býlingshúsinum

Veitslan verður leygarkvøldið 2. feb. kl. 19.00 í Býlingshúsinum.

Veitslan er ókeypis, men tit taka sjálvi mat við, sum verður stillað á eitt felags borð. Tað tit drekka til matin og aftaná mugu tit eisini taka við.

Nevndin bjóðar vælkomstdrykk.
Vit keypa breyð og smør.

Gott hevði verið við hjálp til avruddan og ymiskt.

Um tú dugir at spæla guitar, harmoniku, bass ella annað, so spæl fyri okkum undir borðhaldinum til felagssangin.

Finn góða veitsluhýrið framm og set X í kalendarin.

Tilmelding: Ring til Frígerð 511545 ella Beintu 599590