Føstulávintshald

Føstulávintshald verður í Býlingshúsinum leygardagin 1. mars kl. 14. Børnini verða deild í 3 bólkar til tunnuslátturin: undir skúlaaldur, 1-3 flokk og 4 flokk og eldri. Kaffi, te, sunkist og fastalávintsbollar vera at fáa eftir tunnuslátturin. Verið vælkomin smá sum stór!

Nýggjárshald

Nýggjárshaldið byrjar nýggjársaftan kl. 21 við kyndlagongu frá vendiplássinum við Býlingshúsið. Gingið verður inn eftir Ovarugøtu og út aftur eftir Niðarugøtu, har endað verður við at seta eld í bálið í Klingruni.

Vit hava brúk fyri hjálp til fyrireiking av bálinum og blikkum. Hetta tekur uml. 1 tíma, um vit vera væl mannaði. Vit møtast við báliplássið kl. 13. Tikið verður ímóti brenni til bálið frá kl. 14 nýggjársaftan.

Gott Nýggjár!

blómur

Vit hava keypt leyk til páskaliljur, krokus og minitulipanir at seta niður her Inni á Gøtu. Tað skal setast niður nú fyri at koma upp aftur til várs. Tit eru vælkomin eftir leyki í Niðarugøtu 44, at planta á felagsøkjum ella í egnum øki út móti vegnum, so tað verður til gleði fyri øll.

TV3, TV3+ og TV3Puls digitalar

TV3, TV3+ og TV3Puls verða bert at síggja digitalt frameftir.

Televarpið skifti til MPEG-4, og tað klárar analoga útgerðin hjá okkum til TV3 ikki. Hetta vistu vit tíverri ikki, og tí hevur ikki verið kunnað um hetta frammanundan.

TV3, TV3+ og TV3Puls eru sostatt ikki í analoga rásúrvalinum longur.

Rásbroytingar

Rásbroytingar: Nat. Geographic Wild hevur skift frekvens til 642 MHz (sama sum National Geographic)
Nýggjar digitalar rásir: TV2 HD, Svøríki 1HD, Svøríki 2HD, TV3+, TV3, TV3 Puls.

Radiorásirnar DR-P1 og DR-P3 virka aftur.