Arbeiðsdagur: antennuskápini hava brúk fyri tær…

Vit hava felagsantennu Inni á Gøtu, sum tekniska nevnd røkir. Antennuskápini eru nú gomul og treingja til eina hond. Ætlanin var at byrja hetta arbeiðið á ruddingardegnum, men tað viðraði ikki og mátti útsetast.

Súni í teknisku nevnd fer at kalla inn til ein arbeiðsdag, tá tað viðrar. Ætlanin er at skava rust av skápunum og mála tey. Tað hevði verið gott um fleiri tykkara, kundu hjálpt til við hesum arbeiði. Um vit eru fleiri, verður tað minni drúgt.

Send okkum ein teldupost, um tað kanska liggur fyri hjá tær at hjálpa til eina løtu. Sig okkum navn og telefonnummar og send til: nevnd@inniagotu.org