Rottur

Fleiri fráboðanir hava ta seinastu tíðina verið um rottur ymisk støð Inni á Gøtu. Hetta gevur okkum ta fatan, at rottan er í vøkstri júst nú í okkara øki. Rotta nørist sera skjótt, og tí er tað sera umráðandi, at vit hjálpa til við at steðga hesum vøkstri.

Tórshavnar kommuna hevur faldara á heimasíðuni. Faldarin, sum nevnist Rottur, greiðir frá, at rottan er stygg og dugir væl at fjala seg.

Góð ráð í stríðnum móti rottu eru:

  • Boða frá til Tórshavnar Kommunu tlf. 302010, um tú sært rottu.
  • Lat ikki fóður og matleivdir liggja uttandura. Gev ikki fuglum mat, so rotta sleppur til matin.
  • Stápli ikki órudd og burturkast, so rotta finnur sær skjól.