Opið hús byrjar aftur

Hey øll somul. Nú heystfrítíðin er farin aftur um bak, er tíðin komin til at opið hús fer at byrja aftur. Vaktarlistin er í ferð við at blíva gjørdur og nærri kunning verður um hetta í næstum.

Tiltakið er til stóra gleði fyri øll børn og tí er tað eisini okkara felags ábyrgd at standa fyri og stuðla hesum tiltaki. Um tit hava møguleika at hjálpa til, so eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við nevndina.

Annars er generel kunning um tiltakið her: Opið hús