Borgarstjórin vil hava eina grøna loysn

Hedin-og-eigarafelog

Nú seinnapartin hevur fundur verið millum eigarafeløgini í Hoyvík, sum mótmæla ætlaðu hitamiðstøðini, og Heðin Mortensen, borgarstjóra. 16 umboð fyri eigarafeløgini møttu til fundin. Við sær høvdu tey 2116 undirskriftir móti ætlaðu hitamiðstøðini. Tey greiddu eisini væl frá teirra metingum av málinum.

Heðin Mortensen, bogarstjóri, gjørdi greitt, at hann hvørki vil hava olju, oljutangar ella stórar skortsteinar í bústaðarøkinum í Hoyvík. Hann fer tí nú at kunna bæði býráðið og Hitafelagið um eina alternativa grøna loysn fyri eini hitamiðstøð, ið hann metir kann lata seg gjøgnumføra.

Umboðini fyri eigarafeløgini vóru sera vælnøgd við fundin og tóku væl ímóti ætlanini hjá borgarstjóranum. Uttan at koma nærri inn á smámunirnar í ætlanini sigur borgarstjórin, at hann ikki ivast í, at ein grøn loysn er møgulig, sum bæði býráðið og Hitafelagið kunnu taka undir við.

Kelda: torshavn.fo