Kategoriarkiv: Tiltøk

blómur Vit hava keypt leyk til páskaliljur, krokus og minitulipanir at seta niður her Inni á Gøtu. Tað skal setast niður nú fyri at koma upp aftur til várs. Tit eru vælkomin eftir leyki í Niðarugøtu 44, at planta á felagsøkjum ella í egnum øki út móti … Continue Reading ››

Gongufelagið skipar fyri túri Inni á Gøtu í morgin.

Gongufelagið hevur 2 túrar á skránni komandi vikuna. Leygardagin verður gingið í Hoyvík, meðan leiðin 2. hvítusunnudag er norðantil á Streymoynni. Leygardagin 18. mai verður gongutúrur: Gøtan Inni á Gøtu og oman Ternrygg. Byrjað verður inni á Gøtu kl. 14.30. Leið 2 fer úr Steinatúni kl. 14.15. Ein lættur túrur. Les meira her: http://visittorshavn.tumblr.com/post/50417494901/gonguturar-hja-gongufelagnum

Ruddingardagur 11. mei

Ruddingardagur verður leygardagin 11. mei og tað verður massar á skránni. Vit møtast klokkan 10 í Býlingshúsinum til kaffi/te og okkurt søtt. Síðani fara nøkur ta vanligu rutuna og rudda sítt øki. Onnur fara at flyta grót, sláa gras, planta trø, skrúva borð saman osfr. Klokkan 12 fara øll niðan aftur í Býlingshúsið har pylsuvognur verður … Continue Reading ››

Veitsla í Býlingshúsinum

Veitslan verður leygarkvøldið 2. feb. kl. 19.00 í Býlingshúsinum. Veitslan er ókeypis, men tit taka sjálvi mat við, sum verður stillað á eitt felags borð. Tað tit drekka til matin og aftaná mugu tit eisini taka við. Nevndin bjóðar vælkomstdrykk. Vit keypa breyð og smør. Gott hevði verið við hjálp til avruddan og ymiskt. Um tú dugir at spæla guitar, … Continue Reading ››