
Kategoriarkiv: Antennuviðurskifti
TV3 Sport 2 er flutt til Hald 2
SVF er flutt

SVF – trupulleiki
Feilur við antennuskipan
Tá broytingar vórðu gjørdar á felagsantennuni í gjár hendi eitt mistak, sum gjørdi, at flestu sjónvarp finna ikki TV3Sport 2, og tey sum finna rásina finna eisini 6 aðrar "tómar" rásir.
Hetta verður rættað í dag ella í morgin.
Broytingar á felagsantennuni
Broytingar verða gjørdar á felagsantennuni mánadagin 27. oktober. Nýggjar rásir koma afturat, ein steðgar og analogar rásir verða digitaliseraðar. Neyðugt verður eisini, at nakrar rásir skifta frekvens í hesum sambandi.
Sky Sports steðgar:
Frá 27. november 2014 fáa vit ikki SkySports longur. Avgerð er tikin um í staðin at tekna hald upp á TV3 Sport 2, sum vit … Continue Reading ››Rásbroytingar
Nýggj utgerð er sett upp, og tað førir hesar broytingar við sær:
- ITV-rásirnar eru nú á 602 MHz
- Analoga SVF á S-10 er burtur og er nú bara á S-16
TV3, TV3+ og TV3Puls digitalar
TV3, TV3+ og TV3Puls verða bert at síggja digitalt frameftir.
Televarpið skifti til MPEG-4, og tað klárar analoga útgerðin hjá okkum til TV3 ikki. Hetta vistu vit tíverri ikki, og tí hevur ikki verið kunnað um hetta frammanundan.
TV3, TV3+ og TV3Puls eru sostatt ikki í analoga rásúrvalinum longur.
Rásbroytingar
Rásbroytingar: Nat. Geographic Wild hevur skift frekvens til 642 MHz (sama sum National Geographic)
Nýggjar digitalar rásir: TV2 HD, Svøríki 1HD, Svøríki 2HD, TV3+, TV3, TV3 Puls.
Radiorásirnar DR-P1 og DR-P3 virka aftur.