Alle indlæg af Skrivari

Tunnusláing

Føstulávintshald Inni á Gøtu verður í Býlingshúsinum leygardagin 22. februar kl. 14. Kaffi, te, sunkist og fastalávintsbollar vera at fáa eftir tunnuslátturin.
Øll eru hjartaliga vælkomin 🙂

gera faklar 30.des kl 19

Faklar til faklagongu á nýggjárinum (um tað viðrar):
30.des kl 19 eru øll vælkomin uttanfyri býlingshúsini at gera okkara egnu faklar til faklagonguna nýggjársaftan. Nevndin hevur tilfar klárt, og tit skulu taka við tykkum stórar klútar at binda uppá faklarnar.

í løtuni fylgja vit saman við okkara egna Petur Hans Dahl væl við veðrinum, tí tað sær út til at gerast nógvur vindur. Um veðurvánirnar ikki batna mugu vit tíverri umhugsa at avlýsa nýggjársbálið.

Aluminiums-takplátur

  • Tórshavnar Kommuna hevur givið okkum loyvið at brúka onnur sløg av takplátum enn eternitt. Randarhús kunnu nú nýta Plannja sinus 51, aluminiums takplátur. Býráðið samtykti, at víkja frá servituttinum við tí treyt, at vit brúka aluminiums plátur av merkinum Plannja sinus 51 við sama profili og litinum Warm White.

Fundur um biogassverkið

Til øll eigarfeløg omanfyri Vegin Langa,

Fyri at fáa lýst øll viðurskifti viðvíkjandi ætlanini at byggja biogassverk á Skarðshjalla, verður almennur kunnandi fundur mikukvøldið 29 mai kl. 19.30 í skúlanum við Løgmannabreyt.

Kári Mortensen frá Orka og Fróði Mortensen leiðari á biogassverkinum, koma at greiða frá.

https://www.facebook.com/events/2402480539772874
https://www.facebook.com/events/2402480539772874

Ruddingardagur og grilla

Leygardagin 11. mai er árligi ruddingardagurin, og vit fara at rudda og fríðka um inni á Gøtu.

Vit møtast sum vant kl. 10 í Býlingshúsinum til kaffi/te, sunkist og kringlu.

Í ár eru bæði rudding og nøkur løtt projektir á skránni, so jú fleiri vit eru, jú betri.

Vit enda ruddingardagin við at grilla pylsur kl 13 í fríøkinum á Niðarugøtu undir Býlingshúsunum.

Veitsla – Veitsla

Skundi tykkum at melda tykkum til árligu grannaveitsluna Inni á Gøtu.

Veitslan verður í býlingshúsunum 16. mars kl 19. Vit kunnu gleða okkum til alt møguligt! Góðan mat frá Rúna Djurhuus, góðan tónleik og felagssang og eitt stak hugnaligt kvøld saman við grannum.

Grannaveitslan kostar 200 kr fyri hvønn gest, og tilmelding fer fram við at flyta peningin á konto 9181 – 1667213. Minst til at upplýsa navn og bústað.

Vit kunnu gleða okkum til veitsluna 🙂

Seinasta freist at melda seg er 8. mars, so nú er at skunda sær. Spyrji endiliga allar grannar, sum tit síggja, um tey hava minst til at melda seg eisini.

Vælkomin, øll somul!

Her er faldarin, sum er borin út í hvørt hús:


Biogassverk á Skarðshjalla?

Biogassverk verður projekterað á Skarðshjalla.

Verkætlanin er í ferð við at fáa umhvørvisgóðkenning frá Umhvørvisstovuni.

Skulu vit óttast ringan lukt frá hesum granna?

Leygardagin 23. februar kl 14 kemur Fróði Mortensen frá Bakkafrost at greiða frá.

Øll eru vælkomin í býlingshúsið.

Opið Hús byrjar 16.jan

Opið hús byrjar aftur ?

Mikukvøldi 16 januar kl. 18.30-20.30 verður opið hús í Býlingshúsinum. Tiltakið er serliga ætlað børnum í skúlaaldri 1. – 5. flokk. Vit fara at spæla bingo og hugna okkum saman. Foreldur eru eisini vælkomin inn at fáa sær ein kaffimunn, og nýggj foreldur hava høvi at kunna seg um tiltakið.

Vaktarlistin verður lagdur út her á síðuna og borin í hvørt hús ein av komandi døgunum.

Vit gleða okkum at síggja stór og smá, kend og nýggj andlit ?

Nýggjársbál og faklagonga avlýst vegna veður

Veðurvánirnar fyri gamlaárskvøld eru ringar og útlit eru fyri nógvum vindi.

Vit hava tosað við veðurmann okkara Petur Hans Dahl, sum eisini skuldi halda nýggjársrøðuna í ár. Tað er ikki ráðiligt at hava nýggjársbál og faklagongu í so nógvum vindi, so nevndin hevur tikið avgerð um at avlýsa faklagonguna og nýggjársbálið í ár.

Hetta merkir, at vit ikki gera faklar í býlingshúsinum í kvøld. Og hetta merkir eisini, at vit ikki samlast á miðdegi í morgin fyri at byggja upp bálið og seta upp oljublikk eftir Ovarugøtu og Niðarugøtu.

Vit mugu eiga alt hetta til góðar til næsta ár.

Gott nýggjár øll somul.