Nýggjársbál og faklagonga avlýst vegna veður

Veðurvánirnar fyri gamlaárskvøld eru ringar og útlit eru fyri nógvum vindi.

Vit hava tosað við veðurmann okkara Petur Hans Dahl, sum eisini skuldi halda nýggjársrøðuna í ár. Tað er ikki ráðiligt at hava nýggjársbál og faklagongu í so nógvum vindi, so nevndin hevur tikið avgerð um at avlýsa faklagonguna og nýggjársbálið í ár.

Hetta merkir, at vit ikki gera faklar í býlingshúsinum í kvøld. Og hetta merkir eisini, at vit ikki samlast á miðdegi í morgin fyri at byggja upp bálið og seta upp oljublikk eftir Ovarugøtu og Niðarugøtu.

Vit mugu eiga alt hetta til góðar til næsta ár.

Gott nýggjár øll somul.