Kategoriarkiv: Antennuviðurskifti

SVF er flutt

SVF

Vit hava flutt SVF til 522 MHz. Sami frekvensur sum TV3Sport 2 og Rás 1.

Leiti tí 522 MHz inn av nýggjum.

Trupulleikin hevur eftir øllum at døma verið signal uttanífrá, sum hevur órógvað.

Rás yvirlitið er dagført her

Rásbroytingar

Nýggj utgerð er sett upp, og tað førir hesar broytingar við sær:

  • ITV-rásirnar eru nú á 602 MHz
  • Analoga SVF á S-10 er burtur og er nú bara á S-16

Tað er møguliga neyðugt at leita nakrar rásir inn av nýggjum.

TV3, TV3+ og TV3Puls digitalar

TV3, TV3+ og TV3Puls verða bert at síggja digitalt frameftir.

Televarpið skifti til MPEG-4, og tað klárar analoga útgerðin hjá okkum til TV3 ikki. Hetta vistu vit tíverri ikki, og tí hevur ikki verið kunnað um hetta frammanundan.

TV3, TV3+ og TV3Puls eru sostatt ikki í analoga rásúrvalinum longur.

Rásbroytingar

Rásbroytingar: Nat. Geographic Wild hevur skift frekvens til 642 MHz (sama sum National Geographic)
Nýggjar digitalar rásir: TV2 HD, Svøríki 1HD, Svøríki 2HD, TV3+, TV3, TV3 Puls.

Radiorásirnar DR-P1 og DR-P3 virka aftur.