Alle indlæg af Webmaster

Ársaðalfundur

Vit skulu minna á, at ársaðalfundurin hjá Eigarafelagnum Inni á Gøtu verður týskvøldið 6. mei kl. 20.

Eitt umboð í nevndini stendur fyri vali og vit hava funnið eitt nýtt umboð sum stillar upp. Uppskot til broyting í antennuskipanin verður eisini lagt fram.

Aftaná aðalfundin verður kunnað um tað seinasta nýggja við hitamiðstøðini.

Kom við og hav ávirkan á títt nærumhvørvi.

Føstulávintshald

Føstulávintshald verður í Býlingshúsinum leygardagin 1. mars kl. 14. Børnini verða deild í 3 bólkar til tunnuslátturin: undir skúlaaldur, 1-3 flokk og 4 flokk og eldri. Kaffi, te, sunkist og fastalávintsbollar vera at fáa eftir tunnuslátturin. Verið vælkomin smá sum stór!

Nýggjárshald

Nýggjárshaldið byrjar nýggjársaftan kl. 21 við kyndlagongu frá vendiplássinum við Býlingshúsið. Gingið verður inn eftir Ovarugøtu og út aftur eftir Niðarugøtu, har endað verður við at seta eld í bálið í Klingruni.

Vit hava brúk fyri hjálp til fyrireiking av bálinum og blikkum. Hetta tekur uml. 1 tíma, um vit vera væl mannaði. Vit møtast við báliplássið kl. 13. Tikið verður ímóti brenni til bálið frá kl. 14 nýggjársaftan.

Gott Nýggjár!