Kategoriarkiv: Tiltøk

Føstulávintshald leygardagin 14. februar

fastelavn

Føstulávintshald verður í Býlingshúsinum leygardagin 14. februar kl. 14. Kaffi, te, sunkist og føstulávintsbollar vera at fáa eftir tunnuslátturin.

Eisini fyri tey stóru børnini 🙂

Fyri at tey ungu eisini skulu sleppa við, hava vit í ár keypt 4 tunnur. Aldursbólkarnir verða soleiðis:
– Undir skúlaaldur
– 1.-3. flokk
– 4.-7. flokk
– 8. flokk og eldri

Kattakongarnir vinna eitt gávukort í SMS.

Verið vælkomin, ung sum gomul.

Manglandi vaktir til opið hús

Nú er opið hús byrjað aftur eftir jólasteðgin. Sum nú er, heldur tað BERT fram til miðjan februar, tí talið av húskjum, sum hava børn í skúlaaldri, er nógv lægri í ár enn seinastu árini.

Onkur foreldur hava longdu bjóðað sær at taka eina eyka vakt, men vit hava tørv á fleiri, um vit skulu hava opið til mars/apríl sum vant. Tí fara vit at heita á tykkum, sum vilja taka eina eyka vakt, um at geva okkum boð á Facebook ella senda teldupost til nevnd@inniagotu.org.

Vaktarlistin sæst her:  http://www.inniagotu.org/?page_id=17

Nýggjárshald Inni á Gøtu

Nýggjárshaldið byrjar nýggjársaftan kl. 21 við kyndlagongu frá vendiplássinum við Býlingshúsið. Gingið verður inn eftir Ovarugøtu og út aftur eftir Niðarugøtu, har endað verður við at seta eld í bálið í Klingruni. Í ár verður tað Tórður Mikkelsen frá Niðaragøtu 56 sum fer at halda nýggjársrøðuna.

Vit hava brúk fyri hjálp til fyrireiking av bálinum og blikkum. Hetta tekur uml. 1 tíma, um vit vera væl mannað. Vit møtast við báliplássið kl. 13. Tikið verður ímóti brenni til bálið frá kl. 14 nýggjársaftan.

Gott Nýggjár!

 

Tórshavn Marathon 2014

torshavnmarathon_logo

Leygardagin 7. juni kl. 9-14 verður Tórshavn Marathon og Heilsurenning. Sum vant, so verður ein partur av býnum stongdur fyri ferðslu. Í ár verður renningin runt í býnum, í størri mun enn undanfarnu ár, so hetta kemur sjálvsagt at ávirka ferðsluna.

Vit hava fingið áheitan frá Visit Tórshavn um at tað hevði verið frálíkt, um fólk høvdu kunnað farið oman á vegin tætt við býlingin og stuðlað rennarunum við at rópa á teir, sláa vit grýtulokum og ymiskt annað.

Kort yvir hvørjir vegir verða stongdir kann síggjast her

Les annars meira á www.torshavn.fo

Ársaðalfundur

Vit skulu minna á, at ársaðalfundurin hjá Eigarafelagnum Inni á Gøtu verður týskvøldið 6. mei kl. 20.

Eitt umboð í nevndini stendur fyri vali og vit hava funnið eitt nýtt umboð sum stillar upp. Uppskot til broyting í antennuskipanin verður eisini lagt fram.

Aftaná aðalfundin verður kunnað um tað seinasta nýggja við hitamiðstøðini.

Kom við og hav ávirkan á títt nærumhvørvi.