Kategoriarkiv: Tiltøk

Veitsla Inni á Gøtu leygarkvøldið 4.mars

Nú er aftur tíð at samlast í veitslulag Inni á Gøtu, halda tit ikki? Leygarkvøldið 4. mars kl. 19 verður veitsla í býlingshúsinum Inni á Gøtu.

Fyrireikingarnar til veitsluna eru í gongd, og tað teknar væl.
Kokkurin Hansa Johannesen borðreiðir við góðari bufett. Vit bjóða okkurt gott til vælkomst, og hetta kvøldið verður barr í býligshúsinum við sera lagaligum prísum.

Er tað so, at onkur skuldu havt hug til at skipa fyri onkrum góðum innleggi til veitsluna, so eru tit hjartans vælkomin. 

Tú meldar teg til veitsluna við at flyta kr. 150 á konto 9181-1667213 í seinasta lagi 20. februar. Minst til at upplýsa navn og bústað.

Vit síggjast.

Nýggjárshald Inni á Gøtu

Kyndlagonga og nýggjársbál 31.dec kl 22
Nýggjárshaldið Inni á Gøtu byrjar við kyndlagongu kl 22 nýggjársaftan frá vendiplássinum við Býlingshúsið. Vit ganga inn eftir Ovarugøtu og út aftur eftir Niðarugøtu, har vit enda við at seta eld á nýggjársbálið á bálplassinum í Klingruni.

Fyrireika bálið: Vit hava brúk fyri hjálp til fyrireiking av bálinum og blikkum. Hetta tekur umleið 1 tíma, um vit eru væl mannaði. Vit møtast við bálplássið á Klingruni kl 13. Tikið verður ímóti brenni til bálið frá kl 13 nýggjársaftan.

Kyndlar gamlaárskvøld 30.dec kl 19
Kyndlar gamlaárskvøld. Eigarafelagið skipar fyri at gera haldgóðar kyndlar. Vit møtast í býlingahúsinum 30/12 kl. 19. Børn undir 13 ár hava ein vaksnan við sær. Tilfar er keypt til endamálið, men vit heita á tykkum, um sjálvi at hava hóskandi ”toy” ella ”stof” við tykkum td. eitt gamalt lak, buksur og líknandi toy uttan nylon í. Keypt er inn til 50 kyndlar, so vónandi verður undirtøkan góð.

“Opið hús” byrjar aftur

Góðu Gøtubúgvar.

Nú fara vit aftur undir tiltakið ”Opið hús” í Býlingshúsinum hvørt mikukvøld kl. 18.30-20.30 og leygarkvøld kl. 19.00-22.00. Vit leggja til brots mikukvøldið 9. november.

Tiltakið er fyrst og fremst ætlað børnum og ungum í skúlaaldri. Yngri børn hava ikki atgongd uttan saman við vaksnum, ið ansa teimum. Tvey ymisk foreldur, pør ella støk, hava vakt eitt mikukvøld og eitt leygarkvøld í part.

Mikukvøld er opið fyri øllum børnum í skúlaaldri, meðan leygarkvøld er býtt sundur soleiðis, at tey í 1.- 3. flokki eru frá kl. 19.00 til í seinasta lagi kl. 21.00, og tey í 4. flokki og eldri ikki sleppa inn fyrrenn eftir kl. 20.30.

Í næstum verður ein faldari borin út í hvørt hús í býlinginum saman við vaktarlista og reglugerð, har kunnað verður nærri um tiltakið. Um tað eru foreldur ella tilflytarar, ið ynskja at luttaka, eru tey hjartaliga vælkomin at boða nevndini frá.

Nevndin

Gongutúrur og grillhugni leygardagin 2. juli kl 15

 

Kúrberg

Leygardagin 2. juli verður gongutúrur og grillhugni í eigarafelagnum Inni á Gøtu.

Vit byrja í býlingshúsinum kl 15. Herfrá spáka vit ígjøgnum býlingin og hagan oman í fjøruna eystanfyri. Á leiðini vitja vit løgna eggið í Driftsnesi og spáka suður móti Kúrbergi. Herfrá gongur leiðin eftir bønum í Hoyvík, út framvið Hólmasund og út á Birgistanga. Vit steðga á við Heljareyga á veg yvir til lendingina í Hoyvík. Her bjóðar eigarafelagið til grillhugna við alskyns góðum at eta og drekka.

Hetta er ein lættar túrur uppá umleið hálvan annan tíma, sum bert krevur vanligar gonguskógvar, og at tit lata tykkum í eftir veðrinum. Tit eru øll vælkomin. Tit kunnu boða frá luttøku, ella bara koma við leygardagin.

Meinhard, Lis og nevndin

Ruddingardagur leygardagin 14. mai

Leygardagin 14. mai fara vit at rudda inni á Gøtu, tí tá er árligi ruddingardagurin á skránni.

Ruddingardagur

Vit møtast kl. 10 í Býlingshúsinum til kaffi/te, sunkist og kringlu, og síðani verður farið ta vanligu rutuna at rudda sítt øki. Veðrið sær út til at blíva hampuligt, so vónandi verða vit nógv at taka eina hond í.

Aftaná ruddingina letur pylsuvognur upp uttan fyri Býlingshúsið.

Vit síggjast. 🙂

Nevndin