Kategoriarkiv: Tiltøk

Opið hús byrjar aftur

Góðu Gøtubúgvar.

Nú fara vit aftur undir tiltakið ”Opið hús” í Býlingshúsinum hvørt mikukvøld kl. 18.30-20.30 og leygarkvøld kl. 19.00-22.00. Vit leggja til brots mikukvøldið 8. november.

Tiltakið er fyrst og fremst ætlað børnum og ungum í skúlaaldri. Yngri børn hava ikki atgongd uttan saman við vaksnum, ið ansa teimum. Tvey ymisk foreldur, pør ella støk, hava vakt eitt mikukvøld og eitt leygarkvøld í part.

Mikukvøld er opið fyri øllum børnum í skúlaaldri, meðan leygarkvøld er býtt sundur soleiðis, at tey í 1.- 3. flokki eru frá kl. 19.00 til í seinasta lagi kl. 21.00, og tey í 4. flokki og eldri ikki sleppa inn fyrrenn eftir kl. 20.30.

Í næstum verður ein faldari borin út í hvørt hús í býlinginum saman við vaktarlista og reglugerð, har kunnað verður nærri um tiltakið. Um tað eru foreldur ella tilflytarar, ið ynskja at luttaka, eru tey hjartaliga vælkomin at boða nevndini frá.

Útferð sunnudagin 20.august kl. 13: úr Fuglafirði til Hellurnar

Tíðin er komin til gongutúrin hjá eigarafelagi okkara. Á veitsluni hjá eigarafelagnum í vár bjóðaðu Jústines og Poula Eidesgaard til gongutúr úr Fuglafirði til Hellurnar. Túrurin verður nú sunnudagin 20.august. Túrurin er umleið 3 km langur, uml 2,5 tíma.

Vit hittast í býlingshúsinum Inni á Gøtu kl 13 og koyra í egnum bilum til Fuglafjarðar. Sjálvur gongutúrurin byrjar við fótbóltsvøllin í Fuglafirði.

Komin til Hellurnar bíðar okkum ein drekkamunnur.

Vit skipa fyri koyring aftur til Fuglafjarðar eftir bilunum.

Tilmelding á facebook ella send teldupost til nevnd@inniagotu.org. Ella kom bara í býlingshúsið sunnudagin 20.aug kl 13, so fylla vit bilarnar.

Vit vóna, at nógv hava hug at koma við út at ganga!

Vinalig heilsan nevndin: Lis, Jan, Petur, Amy og Áki

Aðalfundur 30.aug kl. 19

Aðalfundur í Eigarafelagnum mik 30.aug kl. 19

Fundurin verður í býlingshúsinum. Skrá sambært viðtøkunum.

Ynskir tú, at eitt mál verður viðgjørt á aðalfundinum, vinarliga boða nevndini frá innan fríggjadagin 25.august. Send teldupost til nevnd@inniagotu.org

Hevur tú hug til at geva eitt íkast til trivnaðin Inni á Gøtu við at luttaka í nevndararbeiði ella arbeiðsbólki? Kom við á aðalfundin mikudagin 30.august kl. 19.

RUDDINGARDAGUR LEYGARDAGIN 29. APRÍL

Nú er ruddingardagur á skránni, og leygardagin 29. apríl fara vit at rudda Inni á Gøtu. Vit møtast kl. 10 í Býlingshúsinum til kaffi/te, sunkist og kringlu. Síðani verður farið út ta vanligu rutuna at rudda sítt øki. Latið tykkum væl í til veðrið, og vónandi verða vit nógv at taka eina hond í.

Aftaná ruddingina hittast vit aftur uttan fyri Býlingshúsið.

Vit síggjast.

Nevndin

 

Fastalávintshald leygardagin 25. februar

Fastalávintshald verður í Býlingshúsinum leygardagin 25. februar kl. 14. Kaffi, te, sunkist og fastalávintsbollar vera at fáa eftir tunnuslátturin.

Eisini fyri tey stóru børnini. 

Fyri at tey ungu eisini skulu sleppa við, hava vit í ár keypt 4 tunnur. Aldursbólkarnir verða soleiðis:
– Undir skúlaaldur
– 1.-3. flokk
– 4.-7. flokk
– 8. flokk og eldri

Kattakongarnir vinna eitt gávukort.

Verið vælkomin, ung sum gomul.

Áminning: Veitsla inni á Gøtu 4. mars

Leygarkvøldið 4. mars kl. 19 verður veitsla í býlingshúsinum Inni á Gøtu.  Tú meldar teg til veitsluna við at flyta kr. 150 á konto 9181-1667213 í seinasta lagi 20. februar. Minst til at upplýsa navn og bústað.

Les annars meira um veitsluna aðrastaðni á heimasíðuni ella á Facebook.