Alle indlæg af Webmaster

Opið hús byrjar aftur

Góðu Gøtubúgvar.

Nú fara vit aftur undir tiltakið ”Opið hús” í Býlingshúsinum hvørt mikukvøld kl. 18.30-20.30 og leygarkvøld kl. 19.00-22.00. Vit leggja til brots mikukvøldið 8. november.

Tiltakið er fyrst og fremst ætlað børnum og ungum í skúlaaldri. Yngri børn hava ikki atgongd uttan saman við vaksnum, ið ansa teimum. Tvey ymisk foreldur, pør ella støk, hava vakt eitt mikukvøld og eitt leygarkvøld í part.

Mikukvøld er opið fyri øllum børnum í skúlaaldri, meðan leygarkvøld er býtt sundur soleiðis, at tey í 1.- 3. flokki eru frá kl. 19.00 til í seinasta lagi kl. 21.00, og tey í 4. flokki og eldri ikki sleppa inn fyrrenn eftir kl. 20.30.

Í næstum verður ein faldari borin út í hvørt hús í býlinginum saman við vaktarlista og reglugerð, har kunnað verður nærri um tiltakið. Um tað eru foreldur ella tilflytarar, ið ynskja at luttaka, eru tey hjartaliga vælkomin at boða nevndini frá.

Rásbroytingar

Mánadagin 17. oktober  verður arbeitt upp á felagsantennuna.

rasbroytingar

Sjónvarpsrásirnar verða sløktar meðan arbeitt verður. Roknast kann við, at arbeiðið fer at vara allan dagin (dagtímarnar).

  • Vit skifta útgerð út.
  • Analogu rásirnar verða sløktar og nakrar verða í staðin digitalar.

Kunningartilfar er lagt í postkassarnar.

Tekniska nevndin (15-10-2016)

Rásbroytingar

Vegna broytingar í satelittinum eru nakrar broytingarnar gjørdar.

Lesið tí hesar rásir inn av nýggjum:

  • 426 MHz:  Cartoon, Boomerang og BBC World News.
  • 546 MHz:  Kanal 4 HD.
  • 586 MHz:  Vision No, Kanal10 No og Gospel Channel.

Analogu rásirnar CN, NatGeo og Animal Planet eru sløktar.

Um 14 dagar verða allar analogu rásirnar sløktar. Tá verða Iktus, NDR, Animal Planet og Info-rásin digitalar.

Kunnað verður um hesar broytingarnar seinni.

Fólk inni á Gøtu við mótmælisskrivi á býráðnum

Motmalisskriv
Mynd: in.fo

Fyrr í vikuni var eigarafelagið inni á Gøtu niðri á býráðnum við einum mótmælisskrivi.

Tey mótmæla uppskotum frá Tórshavnar kommunu, ið leggur upp til, at vegurin frá Eysturoyartunnlinum kemur møguliga at liggja beint framvið býlingunum inni á Gøtu.

Jan Mortensen, næstformaður í eigarafelagnum inni á Gøtu, sigur at tey síggja onga meining í at taka eitt økið til veg, sum nógv brúka til at ganga í. Eisini kemur vegurin at liggja beint framvið spæliplássi og fótbóltvølli, sum verða nógv brúkt, sigur Jan Mortensen.

Elin Lindenskov, forkvinna í teknisku nevnd hjá Tórshavnar býráð, sigur at kommunan er ikki liðug at viðgera málið, men at mótmæli verður tikið við í viðgerina.

Les meira her: http://www.in.fo/news-detail/folk-inni-a-goetu-vid-motmaelisskrivi-a-byradnum/

Gongutúrur og grillhugni leygardagin 2. juli kl 15

 

Kúrberg

Leygardagin 2. juli verður gongutúrur og grillhugni í eigarafelagnum Inni á Gøtu.

Vit byrja í býlingshúsinum kl 15. Herfrá spáka vit ígjøgnum býlingin og hagan oman í fjøruna eystanfyri. Á leiðini vitja vit løgna eggið í Driftsnesi og spáka suður móti Kúrbergi. Herfrá gongur leiðin eftir bønum í Hoyvík, út framvið Hólmasund og út á Birgistanga. Vit steðga á við Heljareyga á veg yvir til lendingina í Hoyvík. Her bjóðar eigarafelagið til grillhugna við alskyns góðum at eta og drekka.

Hetta er ein lættar túrur uppá umleið hálvan annan tíma, sum bert krevur vanligar gonguskógvar, og at tit lata tykkum í eftir veðrinum. Tit eru øll vælkomin. Tit kunnu boða frá luttøku, ella bara koma við leygardagin.

Meinhard, Lis og nevndin

Rásbroytingarnar í mai

Nú eru kunngjørdu broytingarnar framdar:

  • DR1HD verður nú sent á 594 MHz saman við DR3HD. Leitið evt. 594 MHz av nýggjum.
  • DR2, DRK, DR-Ra, DR-Ultra eru nú á 562 MHz saman við Kanal 4. Leitið evt. 562 MHz av nýggjum.
  • DR rásirnar á 546 MHz eru sløktar.
  • Analogu rásirnar DR1, DR2 og TV2 eru eisini sløktar.

Broytingarnar eru fylgja av broytingunum hjá Canal Digital

Ruddingardagur leygardagin 14. mai

Leygardagin 14. mai fara vit at rudda inni á Gøtu, tí tá er árligi ruddingardagurin á skránni.

Ruddingardagur

Vit møtast kl. 10 í Býlingshúsinum til kaffi/te, sunkist og kringlu, og síðani verður farið ta vanligu rutuna at rudda sítt øki. Veðrið sær út til at blíva hampuligt, so vónandi verða vit nógv at taka eina hond í.

Aftaná ruddingina letur pylsuvognur upp uttan fyri Býlingshúsið.

Vit síggjast. 🙂

Nevndin