Alle indlæg af Webmaster

Fríðka um

Vit fara at fríðka um Inni á Gøtu. Summa staðni skal hampast, og onkra staðni kunnu vit planta runnar og trø. Hevur tú hug at vera við onkra løtu?

Continue Reading ››

Rottur

Fleiri fráboðanir hava ta seinastu tíðina verið um rottur ymisk støð Inni á Gøtu. Hetta gevur okkum ta fatan, at rottan er í vøkstri júst nú í okkara øki. Rotta nørist sera skjótt, og tí er tað sera umráðandi, at vit hjálpa til við at steðga hesum vøkstri. Tórshavnar kommuna hevur faldara á heimasíðuni. … Continue Reading ››

Dúgvur

Ein flokkur av dúgvum heldur til sunnast á Niðarugøtu og elvir til ampa á ymsan hátt. Janus Hansen, lívfrøðingur á Tjóðsavninum, greiðir frá, at talan er um bládúgvu, sum er vanligasta dúgvan í Føroyum. Dúgvur læra skjótt, hvar tær finna mat og skapa sær vanar at halda til slík støð. Um fólk kasta út … Continue Reading ››

Føstulávintshald

Føstulávintshald verður í Býlingshúsinum leygardagin 10. februar kl. 14. Kaffi, te, sunkist og fastalávintsbollar vera at fáa eftir tunnuslátturin.

Eisini fyri tey stóru børnini.

Fyri at tey ungu eisini skulu sleppa við, hava vit í ár keypt 4 tunnur. Aldursbólkarnir verða soleiðis: – Undir skúlaaldur – 1.-3. flokk – 4.-7. flokk – … Continue Reading ››

Opið hús byrjar aftur

Góðu Gøtubúgvar. Nú fara vit aftur undir tiltakið ”Opið hús” í Býlingshúsinum hvørt mikukvøld kl. 18.30-20.30 og leygarkvøld kl. 19.00-22.00. Vit leggja til brots mikukvøldið 8. november. Tiltakið er fyrst og fremst ætlað børnum og ungum í skúlaaldri. Yngri børn hava ikki atgongd uttan saman við vaksnum, ið ansa teimum. Tvey ymisk foreldur, pør ella støk, hava … Continue Reading ››