Gongutúrur og grillhugni leygardagin 2. juli kl 15

 

Kúrberg

Leygardagin 2. juli verður gongutúrur og grillhugni í eigarafelagnum Inni á Gøtu.

Vit byrja í býlingshúsinum kl 15. Herfrá spáka vit ígjøgnum býlingin og hagan oman í fjøruna eystanfyri. Á leiðini vitja vit løgna eggið í Driftsnesi og spáka suður móti Kúrbergi. Herfrá gongur leiðin eftir bønum í Hoyvík, út framvið Hólmasund og út á Birgistanga. Vit steðga á við Heljareyga á veg yvir til lendingina í Hoyvík. Her bjóðar eigarafelagið til grillhugna við alskyns góðum at eta og drekka.

Hetta er ein lættar túrur uppá umleið hálvan annan tíma, sum bert krevur vanligar gonguskógvar, og at tit lata tykkum í eftir veðrinum. Tit eru øll vælkomin. Tit kunnu boða frá luttøku, ella bara koma við leygardagin.

Meinhard, Lis og nevndin

Rásbroytingarnar í mai

Nú eru kunngjørdu broytingarnar framdar:

  • DR1HD verður nú sent á 594 MHz saman við DR3HD. Leitið evt. 594 MHz av nýggjum.
  • DR2, DRK, DR-Ra, DR-Ultra eru nú á 562 MHz saman við Kanal 4. Leitið evt. 562 MHz av nýggjum.
  • DR rásirnar á 546 MHz eru sløktar.
  • Analogu rásirnar DR1, DR2 og TV2 eru eisini sløktar.

Broytingarnar eru fylgja av broytingunum hjá Canal Digital