Gongufelagið skipar fyri túri Inni á Gøtu í morgin.

Gongufelagið hevur 2 túrar á skránni komandi vikuna. Leygardagin verður gingið í Hoyvík, meðan leiðin 2. hvítusunnudag er norðantil á Streymoynni.

Leygardagin 18. mai verður gongutúrur: Gøtan Inni á Gøtu og oman Ternrygg.

Byrjað verður inni á Gøtu kl. 14.30. Leið 2 fer úr Steinatúni kl. 14.15. Ein lættur túrur.

Les meira her: http://visittorshavn.tumblr.com/post/50417494901/gonguturar-hja-gongufelagnum

Ruddingardagur 11. mei

Ruddingardagur verður leygardagin 11. mei og tað verður massar á skránni. Vit møtast klokkan 10 í Býlingshúsinum til kaffi/te og okkurt søtt.

Síðani fara nøkur ta vanligu rutuna og rudda sítt øki. Onnur fara at flyta grót, sláa gras, planta trø, skrúva borð saman osfr. Klokkan 12 fara øll niðan aftur í Býlingshúsið har pylsuvognur verður og øll fáa eta og drekka.

Nýggja spæliplássið á vøllinum verður samstundis vígt tá. Vit vóna at øll, ung sum gomul, møta upp so hetta verður ein hugnaligur dagur.